MEININGAR | 200 fjórðingar - okkara ogn og rættur
- Eva Andrésen

- Aug 11, 2025
- 4 min read
Kunnu moralskir reiðmenn hava við sær einar veikari Føroyar?

Síðani 1977 hevur Føroyar alsamt vunnið og vart síni rættindi at virka innanfyri sítt sjómark. Hetta var okkara fyrsta fet í uttanríkispolitikki.
Eitt fólk má tryggja sær eitt støðugt og viðvarandi spísikamar – og eitt búskaparøki. Greitt er, at júst hesi rættindi eru avgerðandi, fyri okkara búskaparvøkstur, fyri okkara vinnu og fyri okkara áhaldandi menning sum tjóð.
Uttanríkispolitikkur – nær eru revsitiltøk pínlig?
Vit lesa yvirskriftir í donskum tíðindamiðlum, m.a. fóðraðir av okkara egna valda umboði á fólkatingið, um at vit eru so pínlig, at vit loyva svartlistaðum skipum inn um okkara fiskimark. Samstundis sigla russisk skip beint undir Oyrasundsbrúnni, og manningarnar kunnu veitra bæði til danir og sviar.
Hóast eitt ótal av revsitiltøkum; ES er pínliga rokkið til revsitiltak nr. 18 í juli 2025, so hevur hetta lítið og einki broytt støðuna hjá Russlandi. Broyting kom ikki í, fyrrenn Ukraina fekk vopnamegi til at leypa á Russland. Tann, sum er í verjustøðu, hevur einki at tingast við, men um tú hevur megi til at leypa á og flyta landamørk, tá kann bjørnin kroystast til at setast við borðið.
Tíverri tók tað alt ov langa tíð at geva Ukraina neyðugu vápnini og heimildarnar at leypa á frá luftini. Hetta hevur givið Russlandi nógmikið av tíð at styrkja sína støðu í hertiknu økjunum, og tíð til at styrkja síni fíggjarligu bond við grannarnar eystanfyri, men sannliga eisini vestanfyri.
.png)
%20(1).png)