top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

MEININGAR | Um at pissa í lógvarnar

Síðan 1920 árini hava føroyingar arbeitt uttanlands. Tað hevur verið neyðugt, tí umstøðurnar í Føroyum hava altíð verið skiftandi. Vit eru so tengd at náttúruviðurskiftum at tað er ringt at hava rættiliga støðug viðurskifti í samfelagnum.

(Mynd 📸 KVF.fo)


Øll tey fyrstu árini, ið føroyingar arbeiddu uttanlanda, vórðu teir sæddir sum hetjur og í árunum eftir sum siðsøguligar hetjur. Bøkur og sangir eru skrivaðir, sendingar í útvarpið og sjónvarpið eru gjørdar og framsýningar og sjónleikir eru eisini ein partur av lovprísingini.

Men so byrjaðu londini rundanum okkum at krevja skatt av teimum og tá vendi byttan. Nú var leiðin ikki long til at hesar hetjur, hesir garpar, endaðu sum samfelagssnýkar. Tað mátti steðgast.


Orsøkin til at føroyingar fóru til Íslands og Grønlands at rógva út, at sigla við norskum línuskipum og bretskum, grønlendskum og týskum trolarum, var ikki ein óbendiligur hugur til at vera heimanfrá. Burtur frá familjuni og øllum kærum heima. Nei, tað var av neyð, tí ikki var møguligt hjá øllum at lívbjarga sær her.


Soleiðis hevur hesin parturin av okkara arbeiðsmarknaði bygt seg upp heilt fram til okkara dagar. Sveiggini hava eisini verið soleiðis altíð. Tá stóra kreppan var í 1992 og frameftir, mundu útlendsku størvini bjarga okkum undan enn størri fráflyting.


Sjálvandi, høvdu vit havt politikkarar, sum høvdu hetta við í øllum lutum og løgdu upp fyri sveiggjunum í búskapinum, so kundu vit kanska havt ein stabilari búskap. Men við ævigu atkvøðuveiðini og støðugu lopunum stein av steini at bjarga endurtakandi politisku neyðstøðunum, eru sveiggjini ikki til at sleppa undan.


Í skrivandi løtu og eina tíð undan, hevur verið ómetaliga liviligt í Føroyum við sera góðum tíðum. Tá er sera freistandi at fara eftir teimum lágthangandi fruktunum at fíggja eitt øgiligt yvirforbrúk. Vit, sum hava verið úti eina vetrarnátt fyrr, vita at soleiðis verður ikki altíð. Rakár koma aftur, eins og góð ár koma aftur.


Men í eina øld hava føroyingar skapt møguleikan fyri at hava ein breiðan arbeiðsmarknað, ið ikki er heilt so tengdur at sveiggjum í føroyska búskapinum. Tann parturin av okkara arbeiðsmarknaði, sum er uttanlands, er ein ógvuliga týðandi stabiliserandi faktorur í verri tíðum. Eitt eyka bein hjá búskapinum at standa á, eins og ferðavinnan nú er við at gerast.

Nú hevur sitandi samgonga sett sær fyri at forkoma hesum. Tí onki er at taka seg aftur í at insitamentið til at fara burtur frá familjuni og øllum kærum heima, minkar munandi, um fíggjarligu fyrimunirnir hvørva. Sum er, hava okkara fólk í norsku frálandavinnuni áleið sama eftir á botnlinjuni, sum norsku skipsfelagarnir.


Broytist okkara skattaskipan, broytist javnvágin eisini og tekur frá huginum at halda fram. Summi leggjast heima og onnur flyta uttanlands. Størsti parturin heldur fram og lagar seg til, men so hvørt tey fella frá, leggjast færri afturat. Og so við og við hvørvur hesin parturin av okkara arbeiðsmarknaði, ið er bygdur upp í eina øld. Størvini hjá okkum fara til eystureuropearar og asiatar. Tað havi eg nógvar royndir av ígjøgnum áratíggju í frálandavinnuni.


Nú ein er givin á sjónum, er fjálgt at liggja í afturundirgerðini og eygleiða hvat fer fram. Men hugstoytt er tað tó at síggja at sitandi samgonga forkemur hesum møguleikanum hjá okkara landi at hava hendan ventilin í verri tíðum.


Kanska onkur heldur at tey, ið gevast á sjónum nú, bara kunnu fara avstað aftur, tá tíðirnar vera verri. Men hetta er ikki ein kontakt, sum bara kann tendrast og sløkkjast eftir vild. Hetta er bygt upp við stríði og strevi í 100 ár. Føroyskir skiparar og maskinstjórar eru eftirspurdir í mongum londum. Men tá teir ikki hava verið kendir á teimum marknaðunum nóg longi, eru teir gloymdir. Tá er Vinnuháskúlin langt síðan givin at framleiða hetta virðismikla tilfongi og er vorðin eitt lítið narsl til yvirmenn til eitt fækkandi tal av føroyskum fiskiskipum. Sjóvinnutjóðin Føroyar er tá farin í søguna

.

Og ikki nøkrun at siga, einir 1000 skiparar og yvirstýrimenn, maskinstjórar og 1.meistarar, rúmast ikki bara soleiðis í føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Tá eg sjálvur enn var í norsku frálandavinnuni, arbeiddu vit nógv vestanfyri Hetland við Lerwick sum basu. Tá kom eg ofta í prát við hetlendingar og ein hýruvognsførari, ið koyrdi meg av neyðarsliga flogvøllinum í Sumborough Head, ið bara hevur innlendis samband við Skotland, spurdi hvussu tað mundi bera til at vit vóru omanfyri fimmti túsund í Føroyum og bara góð tjúgu túsund í Hetlandi. Eg lat sum eg undraðist og hevði ikki hjarta til at siga við henda fitta eldra mannin, ein pensjonistur, at tað er ikki so løgi.


Í Føroyum hava vit ein frameftirlítandi hugsunarhátt, eitt nýmótans samfelag við einum undirstøðukervi, ið bindir okkum líka fæst at útheiminum, sum brúgvin um Streymin (og nú Eysturoyartunnilin) bindir Streymoynna og Eysturoynna. Vit kunnu koyra vestur í Vágar um morgunin, flúgva niður á fastlandi og koma heimaftur um kvøldið, um vit vilja. Vit eru partur av umheiminum í ein mun, sum hetlendingar bara kunnu droyma um. Teir kunnu taka ferjuna til Aberdeen ella flúgva til Glasgow. Skulu teir hava nakað, má tað koma tann vegin eisini.


Vit eru harafturímóti international. Vit kunnu keypa lutir úr útlandinum, fara á fund, vit kunnu fara at selja og vit kunnu fara til arbeiðis uttanfyri dunnuhylin í eini handavend.

Flogførini hjá Atlandsflog eru á tremur við føroyingum, sum fara uttanlands til arbeiðis, at lesa, at selja føroyskar vørur, at kunna seg við útlendskar marknaðir og mangt annað. Hinvegin eru tey eisini tilsvarandi full av útlendingum, sum hava líknandi ørindi í Føroyum. Hetta vita vit, sum hava flogi uttanlands til arbeiðis í áratíggju.


Tað er kanska ikki tilvita at samgongan ætlar at skerja hesar møguleikar. Helst er tað vantandi kunnleiki til tann veruleikan at vit hava størri tørv á útheiminum, enn hann hevur á okkum. Vit mugu sannføra hann um at vit eru júst tað honum tørvar og vit mugu prógva tað í verki. Tað hava vit gjørt nú í eina øld og við góðum úrsliti.


Nú hevur sitandi samgonga tikið fyrsta stigið til at forkoma okkum aldarlanga stríði.

Vónandi rennur onkrum vitið so frægt framá aftur og fær í lag at ætlaða skattaumskipanin hevur hetta í huga.


Tí tað, ið nú er í umbúna við uttanlandsinntøkunum, er sum hitt kenda hugtakið um at pissa í lógvarnar. Tað er stokkutur hiti.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram Logo


Kelda: Dánjal Jákup Meinertsson á Facebook


Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page