top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Danske Rederier leggja fram nýggja strategi


Danske Rederier hava lagt fram eina nýggja strategi, sum skal styrkja Danmark og danska flaggið sum heimstað fyri donsk reiðarí. Eitt av høvuðsmálunum er, at handilsflotin undir donskum flaggi skal vaksa minst líka nógv sum – ella meira enn – altjóða handilsflotin.


Sjóvinna er ein kvik vinna, og donsk reiðarí hava víst seg at vera serliga dugnalig at laga seg eftir broyttum handilsmynstrum á heimsmarknaðinum og einum óstøðugum geopolitiskum veruleika. Sambært Danske Rederier er donska shippingvinnan eitt strategiskt virði og ein styrkipositi­ón í eini ófriðarligari tíð, har veitingartrygd og robustheit hava fingið hægstu raðfesting.


– Donska shippingvinnan er eitt strategiskt tilfeingi í eini turbulenta verð, har trygdar- og veitingarspurningar eru komin ovarst á politisku dagskránna, sigur Anne H. Steffensen, forstjóri í Danske Rederier.


Fýra høvuðsmál í strategini

Yvirskipað hevur nýggja strategiin til endamáls at:


  • styrkja Danmark og danska flaggið sum heimstað fyri donsk reiðarí

  • tryggja, at førleikarnir hjá donskum sjófólki eru í heimsflokki

  • fremja grøna umstillingina av shippingvinnuni við óskerdum ambitiónsstigi

  • tryggja, at donsk reiðarí hava eina strategiska leiklut í verju- og kreppubúskap


Danske Rederier leggja dent á at arbeiða fyri kappingarførum treytum bæði innanlands og altjóða, samstundis sum vinnan skal mennast burðardygt.


– Vit eru bundin at arbeiða fyri kappingarførum karmum og at fremja eina burðardygga og kappingarføra grøna umstilling av altjóða shipping, millum annað við at skala upp framleiðsluna av alternativum brennievnum og nýggjari tøkni. Tað krevur maritimar førleikar í heimsflokki, sigur Anne H. Steffensen.


Greið mál fram móti 2030


Strategiin setur eisini fram fleiri ítøkilig mál og leiðarvísar. Millum annað er málið:


  • at handilsflotin undir donskum flaggi veksur minst líka nógv sum heimsflotin

  • at talið á donskum sjófólkum í 2030 er hægri enn í 2025

  • at minst 400 praktikpláss verða veitt árliga, og at talið á næmingum á maritimum útbúgvingum veksur hvørt ár fram móti 2030

  • at altjóða reguleringsskipanir verða settar í verk, sum kunnu skunda undir grøna umstillingina av shippingvinnuni – eisini út um ES


.



Trýst á knøttin til høgru og melda teg til okkara tíðindabræv á forsíðuni


Kelda og Myndir: Maritime Danmark


Logo
Logo
Logo



Fylg Facebook #'s:


Fylg LinkedIn #'s:


Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page