GroAqua útbyggir fóðurflaka til størri alibrúk
- Ólavur Í Geil

- 5 hours ago
- 1 min read
Eitt arbeiði er í løtuni í gongd hjá GroAqua, har eitt av arbeiðstoymunum hjá fyritøkuni er í ferð við at leingja ein verandi fóðurflaka fyri ein kundan innan laksaaling.


Verandi flakin verður bygdur út við einum nýggjum skrokkparti, sum gevur meira dekksrúm, størri flotmegi og pláss fyri meira fóðuri. Á nýggja partinum verða m.a. nýggjar fóðursílur og fóðurlinjur settar upp.
Tá flakin verður tikin í nýtslu aftur, verður hann førur fyri at tæna einum munandi størri aliøki enn áður. Kapasiteturin verður øktur við átta nýggjum fóðurlinjum, soleiðis at talið av fóðurlinjum kemur upp á 16 í alt. Samstundis verður fóðurkapasiteturin tvífaldaður úr 300 upp í 600 tons.
Flakin verður eisini útgjørdur við bæði GroFeeder og GroVision skipanum hjá GroAqua, sum stuðla undir eina framkomna og skilagóða rakstur av alibrúkunum.
Sambært GroAqua hevur verandi fóðurflakin longu tænt sínum endamáli væl. Í staðin fyri at byggja ein nýggjan flaka hevur kundin valt at umbyggja og víðka tann verandi. Hetta gevur eina kostnaðarlægra loysn, samstundis sum flakin verður tillagaður teimum tørvum, ið eru á aliøkinum, har hann skal setast inn aftur.
Væntað verður, at útbygdi fóðurflakin verður aftur á sjógvi heystið 2026.
(Photos 📸 GroAqua)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Gro Aqua
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum#GroAqua #Sustainablefishgrowth #faroeislands #faroeislandsmaritimedirectory #directory #sjóvinna #fiskivinna #Alivinna #Aquaculture
Fylg LinkedIn #'s:
.png)
%20(1).png)


















Comments