top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
1.png
2.png

Føroyar er framvegis á Hvítalista

Føroyar eru farnar 7 pláss niður á Hvítalista hjá Paris MoU og eru nú á 37. plássi av 40.



Listin verður kunngjørdur árliga, og á undanfarna lista vóru Føroyar á 30. plássi.


Plaseringin á listanum er grundað á talið av afturhaldum í havnastatseftirlitum seinastu 3 árini.


Føroysk skip eru afturhildin 8 ferð í 225 eftirlitum seinastu 3 árini (2023, 2024 og 2025).


Tað er umráðandi at venda gongdini og tryggja, at Føroyar framvegis varðveita plássið á Hvítalista.


Sjóvinnustýrið hevur tí økt um talið av flaggstatseftirlitum og væntar, at reiðaríini fremja neyðug tiltøk fyri at minka um talið av frávikum og forða fyri afturhaldum.


Hvíti, grái og svartilistin síggjast niðanfyri.




(Mynd: Sjóvinnustýrið og Paris MOU)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv





Kelda: Sjóvinnustýrið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page