top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

Menningarætlan hjá Bakkafrost stóran týding fyri kavaravinnuna

Updated: Apr 19

Serliga fyri føroysku kavaravinnuna er frásøgnin áhugaverd.


(Mynd 📸 kvf.fo)


- Ársfrásøgnin hjá Bakkafrost, ið varð almannakunngjørd mikudagin, er hugaligur lesnaður, sigur Faroe Dive í viðmerking á teirra Facebook vanga.


Serliga fyri føroysku kavaravinnuna er frásøgnin áhugaverd.


Í tíðarskeiðnum fram til 2028 skal samlaða framleiðslumegin hjá felagnum ætlandi vaksa til 200.000 tons.


Leiðslan í Bakkafrost metir tó, at framleiðslan í 2028 helst verður 165.000 tons.


Fyrr hevur Bakkafrost boða frá at framleiðsla teirra í Føroyum helst kann økjast til 140.000 tons. Hetta er ein øking á 153,84%, í mun til framleiðsluna í 2023 .


Leiðslan hevur eisini ætlanir um, at minkað um tíðina ið laksurin er í sjónum, frá 18 mánaðum niður í 10 mánaðir. Umframt alt hetta verður eisini nevnt, at hetta við at ala longri frá landi.


Í dag arbeiða áleið 30 føroyskir vinnukavarar, í føroysku alivinnuni.


Tænasturnar føroyskir kavarar veita alivinnuni eru avgerðandi fyri vinnuna. Skulu framsøknu ætlanirnar hjá Bakkafrost og øðrum alifeløgum røkkast, hevur tað týdning at framhaldandi at menna føroysku kavaravinnuna.


Í dag hava føroyskir vinnukavarar fingið síni vinnubrøv viðurkend í Grønlandi, Íslandi, Danmark og enntá Noregi.


Kanska er tíðin komin at fyrsti føroyski vinnukavarin roynir seg í Scotlandi eisini...


Við hesari góðu frágreiðing frá Bakkafrosti, ynskir leiðslan á føroyska Vinnukavaraskúlanum leiðsluni í Bakkafrost bestu eydnu við menningarætlanunum...


Les meira um Faroe Dive á www.faroedive.com 

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Faroe Dive

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page