top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

MEST og MOWI gjørt avtalu um bygging av størstu tvíkilju í Føroyum

Avtalað var í dag undirskrivað um bygging av eini tvíkilju, sum er 24 metrar long og 12 metrar breið.


ree

Tvíkiljan verður latin í apríl 2027. Hetta verður størsta tvíkiljan í Føroyum og er eitt greitt tekin um tørvin á størri deksplássi, størri útgerð og umstøðum umborð.


Umborð á tvíkiljuni eru tvey 1 manskømur, umframt galla og uppihaldsrúm. Tvíkiljan er serliga sniðgivin til nýtslu sum vinnufar í alivinnuni í Føroyum og líkur krøvini hjá Sjóvinnustýrinum.  


ree

Fyri at nøkta krøvini til at lyfta og handfara størru útgerðina, sum alibrúkini brúka, er tvíkiljan millum annað útgjørd við tveimum stórum kranum.


Tvíkiljan hevur stórar bóg- og síðuskrúvur, og verður latin við DP-skipan.


Myndin er av Hans Jákup Mikkelsen, stjóra á MOWI í Føroyum og Mouritz Mohr, stjóra á MEST, tá sáttmálin var undirskrivaður.


“MEST fylgir væl við menningini í alivinnuni og leggur seg eftir at veita framkomnar tvíkiljur í eini høgari góðsku til kappingarførar prísir”, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.



(Photos 📸 Mest)


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo
Instagram logo



Kelda: Mest

Fylg Facebook #'s:


Fylg LinkedIn #'s:


Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page