top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Metstórur eftirspurningur eftir nýggjum oljutangaskipum


2026 hevur longu skrivað seg inn í søgubøkurnar sum eitt metár fyri bílegging av nýggjum oljutangaskipum.


Higartil í ár eru bílagd 234 skip við einum samlaðum flutningsførleika á 60 milliónir deyðvekttons (DWT), og tað er serliga stóri áhugin fyri teimum størstu ráoljutangaskipunum, VLCC-skipunum (Very Large Crude Carriers), sum hevur drigið menningina.


Sambært Filipe Gouveia, marknaðargreinara hjá BIMCO, eru tað høgu farmgjøldini og tørvurin á at endurnýggja ein alsamt eldri flota, sum hava fingið reiðarar at leggja so nógv nýggj skip undir kjøl.


– Høgar inntøkur frá farmflutningi og ein vaksandi tørvur á at skifta eldri skip út hava elvt til eina serliga stóra byggigongd í ár, sigur hann.



VLCC-skipini ganga undan


Tey stóru VLCC-skipini eru greiðu vinnararnir í byggibylgjuni. Higartil í ár eru 151 slík skip bíløgd, meira enn tvífalt so nógv sum í øllum 2025 tilsamans.


VLCC-skipini umboða nú umleið 79 prosent av samlaðu tonsasjuni, sum er bíløgd í ár. Eisini í suezmax-segmentinum, sum fevnir um nakað smærri tangaskip, eru

bíleggingarnar komnar upp á sama støði sum fyri alt 2025.


Byggiskráin størri enn nakrantíð


Samlaða byggiskráin fyri oljutangaskip er nú komin upp á 130 milliónir DWT – tað hægsta, ið nakrantíð er skrásett. Hetta svarar til umleið 27 prosent av verandi heimsflotanum av oljutangaskipum.


Skipini verða latin fram til 2030, og tí verður væntað, at nýggjur flutningsførleiki fer at streyma inn á marknaðin í alsamt størri nøgd fram til í minsta lagi 2028. Tað er ein munandi broyting samanborið við seinastu trý árini, tá minni enn 10 milliónir DWT í miðal vórðu latnar um árið.


Eldri skip skulu skiftast út


Ein av høvuðsorsøkunum til stóru byggivirksemina er, at heimsflotin er vorðin gamal.


Síðan 2011 hevur miðalaldurin á oljutangaskipum støðugt hækkað, tí fá nýggj skip eru komin í flotan, samstundis sum niðurlagingin av eldri skipum hevur verið avmarkað.


Í dag er eitt oljutangaskip í miðal 14 ára gamalt. Vanliga verður roknað við, at eitt tangaskip hevur eina "livitíð" á umleið 20 ár, men nú eru heili 22 prosent av heimsflotanum eldri enn tað. Samanlagt svarar tað til 105 milliónir DWT.


Grøna skiftið gongur spakuliga


Hóast nógv fokus er á útlátsminking og grøna orkuskiftið, sæst hetta enn ikki nógv aftur í bíleggingunum av oljutangaskipum.


Bert 2 prosent av skipunum, sum eru bíløgd higartil í ár, eru ætlað at sigla við alternativum brennievnum, fyrst og fremst flótandi gassi (LNG). Harumframt eru 17 prosent sniðgivin soleiðis, at tey kunnu byggjast um til aðra orkunýtslu seinni.


Hetta er í veruleikanum eitt afturstig samanborið við samlaðu byggiskránna, har 9 prosent av skipunum eru ætlað til alternativ brennievni, og 30 prosent kunnu umbyggjast seinni.


Kina styrkir leiðsluna


Kinesisku skipasmiðjurnar halda fram at vera fyrsta val hjá reiðarum. Higartil í ár eru heili 82 prosent av allari nýggjari oljutangaskipatonnasju lagdar hjá kinesiskum skipasmiðjum.


Í samlaðu byggiskránni eigur Kina umleið 70 prosent, meðan Suðurkorea hevur umleið 25 prosent. Serliga hevur Suðurkorea staðið sterkt innan bygging av suezmax-skipum.


Óvissa kann køla marknaðin


Hóast framgongdin er fyri vinnuna í løtuni, væntar BIMCO, at vøksturin kann steðga komandi árini.


Byggiskráin er longu ógvuliga stór, og leveringstíðinar eru langar. Skip, sum verða bíløgd í dag, verða í mongum førum ikki latin fyrr enn um tvey til fýra ár.


Samstundis er framvegis óvissa um støðuna í Hormuzsundinum, sum er ein av týdningarmestu farleiðunum fyri heimsins oljuflutning. Tann óvissan ger tað truplari at meta um framtíðarútlitini á marknaðinum fyri oljutangaskip.



(Mynd BFI)


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: BIMCO

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:


Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page