top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Minningarorð | Andras Samson Gregersen farin um sýn, bert 62 ára gamal


Við loyvi eru minningarorðini og myndinar endurgivnar frá Eli Lassen.



Seint leygarkvøldi fekk eg boðini frá Herthu um, at tú Andras stillisliga var farin foldum frá

Hetta vóru skakandi boð at fáa, hjá okkum ið eru sunnanfyri.


Havi roynt í seinastuni at verið inni á gólvinum í Grannatúni og vitja teg nærum hvønn dag eg havi verið heima. Nakrir túrar havi eg eisini verið á LS og vitja.


Soleiðis var eisini áðrenn eg fór 23. feb.. Vit høvdu eitt gott prát. Tað var ringt hjá mær at sita saman við tær og práta. Vit kendu báðir tína støðu og teir trupulleikar tú hevði at dragast við, síðan tú fekk staðfest hesa herviligu sjúku, ið tú hevði at dragast við í trý ár minnist meg rætt.


Men sjúkan var eitt, men alt annað tú fekst afturat sjúkuni, var so ikki nakar gamansleikur at koma ígjøgnum.


Vit skiltist sum vanligu er við orðinum:

,Jesus veri við tykkum!”

,,Hann veri eftir hjá tykkum!”

Soleiðis verður heilsað, tá ein sjómaður ferð til skips.


Kom at kenna Andras á sjómansskúlanum seinri helvt av 80-inum. Gingu í klassa saman eina tíð.


Eftir loknan skúla fórt tú út at sigla og eg var eitt ár við Saturn III. Eftir eitt ár við fiskiskipi søkti eg út at sigla. Tann 3. apr. í 91 møttust vit aftur um borð á Lindø Mærsk. Tú sum 1. stýrimaður og eg sum nýggjur 2. stýrimaður. Tú hevði nokk bert verið tvær mynstringar sum 2. stýrimaður, so var tú longu blivin 1. stýrimaður. Tú hevði sjálvur verði 2. stýrimaður um borð á sama skipið, so tú kendi tað, ið eg skuldi seta meg inn í.


Tað var vælsignað at sigla saman við tær. Tað var altso eitt syndur á muni á Saturn III og Lindø Mærsk


Seinri vóru vit aftur saman um borð á Ledu Mærsk. Tá var Petur E. Andersen, av Glyvrum skipari. Tú yvirstýrimaður og eg 1. stýrimaður. Tað var eisini sera stuttligt at sigla saman við tær og Peturi, tit vóru góðir lærumeistarir.


Eftir nøkur á hjá Mærsk fórst tú at takast við konsulent arbeiði innan skip. Eg gavst eisini at sigla og seinri gjørdi/hjálpti tú ASB at fáa HTÚ-skipanina á koyra, sum oljufeløgini kravdu.


Tá ið báðir vóru heima hava vit verið nógvar túrar í báti. Tað vóru ómetaliga stuttligir túrar vit høvdu saman. Einaferð vit skutu svartfugl á Gøtuvík, so vildi tú kasta snørið innanfyri Gøtuboðar. Jú 3 smáfiskar vóru í heintan, Men tú skuldi líka sigla eitt pettið. Tá kundi eg ikki halda mer. Hatta var so neyvt, sum at finna holið í einum 25-oyra á botnið, á den látur í tá var.


Andras dugdi at siga tað. Einaferð høvdi vit tikið 29 nátungar og skuldi gera reint í Syðrugøtu.


Eg settist at royta og skundaði mær ímaðan tú fór at keypa kloramin á apotekinum og okkurt annað. Tá ið tú kom aftur, var alt roytt og eg hevði sviðið 3 fuglar, tá letur í tær. Eg haldi, eg fari ein túr afturat, so er alt liðugt tá ið eg komi aftur. Á den látur ið aftur bleiv.

Nú hava vit so átt bát saman og har hava vit eisini verið nógvir túrar, serliga fuglaveiða.

Einaferð vit høvdu tikið nakað nógvar nátungar og skuldi gera reint. Tú var kanska ikki kvikasti maður at royta, men tú helt fyri einafer, at nú vart tú komin á lagið at royta.

So kundi eg ikki halda mær og brúkti orðini hjá gamla, ja so er bara eitt eftir og tað er at seta fartin upp. Allir í skelli látri


Vit hava haft nógvar hugnaligar løtur saman á Strondum og í Grannatúni.

Tað verður løgið, at vita sær tað, at tú kemur at mangla við borið, tá ið ein góður bordi er borðreiddur.

Men soleiðis er lagnan nú einaferð.


Vit vóru so góðir vinir, at tú vart gubbi at einari dóttur hjá mær og eg gubbi hjá einari dóttur hjá tær. Og tað stuttligasta var, tá ið báðar fingu fyrsta barna sama dag. So vit høvdu nógv gott saman her á foldum.


Tú verður nógv saknaður góði Andras, men størstur verður saknurin hjá tínum børnum og abbabørnum, sum nú hava mist baði foreldrini á ungum árum.

Saknurin verður eisini stórur hjá tær góða Hertha og tínum børnum og ommubørnini hjá tær ið vóru so góð við Andras abba.


Hetta hevur verið ein strævin tíð, um man kann siga tað á tann hátt. Andras var treiskur, men nú orkaði holdið ikki meira.


Hvíl í friði mín góði vinur


Má harrin styrkja øll tykkum ið eftir sita.


Nakrar myndir eru frá okkara tíð saman við Mærsk og í báti saman.





(Myndir: Eli Lassen)


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram Logo



Minningarorðini: Eli Lassen


Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page