Við loyvi eru minningarorðini og myndinar endurgivnar frá Eli Lassen. Seint leygarkvøldi fekk eg boðini frá Herthu um, at tú Andras stillisliga var farin foldum frá Hetta vóru skakandi boð at fáa, hjá okkum ið eru sunnanfyri. Havi roynt í seinastuni at verið inni á gólvinum í Grannatúni og vitja teg nærum hvønn dag eg havi verið heima. Nakrir túrar havi eg eisini verið á LS og vitja. Soleiðis var eisini áðrenn eg fór 23. feb.. Vit høvdu eitt gott prát. Tað var ringt hjá mær a