top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureÓlavur Í Geil

NORSKA FISKIMÁLARÁÐIÐ | Útlendsk sjófólk skulu hava norska løn

Útlendsk ferðamannaskip, sum vitja Oslo, Bergen, Hardanger og Ålesund, kunnu ikki longur rinda filippinska løn, tá tey eru í norskum sjógvi

(Mynd 📸 Visit Norway)

Norski fiskimálaráðharrin, Bjørnar Skjæran, vil tryggja øllum sjófólkum lønar- og arbeiðsumstøður sambært norskum treytum, meðan tey eru í norskum sjógvi, eisini sjófólk við útlendskum ferðamannaskipum, sum hava Noreg sum høvuðsmál.

Arbeiðið at fyrireika lógaruppskotið er byrjað, váttar Skjæran fyri VG.


Tað merkir, at útlendsk ferðamannaskip, sum vitja Oslo, Bergen, Hardanger og Ålesund, ikki longur kunnu rinda filippinska løn, tá tey sigla í norskum sjógvi.

Bjørnar Skjæran er norskur fiskimálaráðharri. (Mynd 📑 Aftenposten)


Stórur sigur

Norska lønin er kortini ikki galdandi fyri skip, sum koma í norska havn við vørum og ferðafólkum, og fara avstað aftur.

- Hetta er ein stórur sigur, sigur formaðurin í norska Sjómannafelagnum, Johnny Hansen.

- Vit hava arbeitt við hesum síðani 2008, og nú hendir endiliga okkurt, sigur hann.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: KVF

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Recent Posts

See All

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page