Nýggj nevnd í Cruise Faroe Islands
- Eva Andrésen

- 3 days ago
- 1 min read
Á fyrsta aðalfundinum hjá cruisefelagsskapinum Cruise Faroe Islands varð nýggj nevnd vald.

Á aðalfundinum greiddi formaðurin, Magni V. Mouritsen, frá virkseminum fyrsta árið, felagið hevur verið til. Formaðurin kom inn á arbeiðið at fáa felagsskapin íverksettan, fundir við viðkomandi áhugapartar, nýggar limir, luttøkur á ráðstevnum og tiltøkum og byrjunararbeiðið at fáa samskiftispartin í gongd.
Nýggj heimasíða
Á aðalfundinum varð nýggja heimasíðan hjá felagsskapinum almannakunngjørd. Heimasíðan vísir á limirnar í felagnum og hvussu áhugaði kunnu koma í samband við hesar. Heimasíðan er á enskum og vendir sær til útlendska B2B marknaðin. Nýggja heimasíðan eitur cruisefaroeislands.fo.
Nýggir limir í nevndini
Tveir av limunum stóðu fyri vali og fall valið á Anju Magnussen, umboðandi havnirnar í Vága og Sørvágs kommunu, og Alinu Jespersen, umboðandi umboðsmenn – Faroe Ship.
Nevndin skipaði seg soleiðis:
· formaður: Magni V. Mouritsen
· skrivari: Magnus Pauli West
· kassameistari: Alina Jespersen
· nevndarlimur: Astrid Johannesen
· nevndarlimur: Anja Magnussen
Limirnir, sum vóru møttir á fundinum, vístu á jaligu gongdina í cruisevinnuni – hvat vinnan gevur lokalsamfelagnum og staðbundna vinnulívinum. Tosað varð um jaligu menningina, sum limirnir eru við í og hvussu hetta stuðlar og stimbrar bæði størri og smærri staðirnar kring Føroyar.
Cruiseárið byrjar fyrst í mai, tá fyrsta ferðafólkaskipið kemur í Føroyska havn. Tó hava havnirnar, túrveitarar og umboðsmenn í longri tíð fyrireika vitjanirnar.
Cruise Faroe Islands sær jaliga uppá cruiseárið við fleiri vitjanum og fleiri havnum, sum ynskja at fara í cruisevinnuna.
(Mynd 📸 Cruise Faroe Islands)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: The Cruise Faroe Islands
#PortofVágur #PortoTórshavn #VágarSeaports #PortofKlaksvík #PortofRunavík #GøtuvíkPort #BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #CruiseFaroeIslands #Ferðavinna #VisitFaroeIslands #cruiseship #Sjóvinna #BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #GroAqua #Sustainablefishgrowth #faroeislands #faroeislandsmaritimedirectory #directory
.png)
%20(1).png)


















Comments