Nýtt skúlaár byrjað á Vinnuháskúlanum
- Eva Andrésen

- 2 days ago
- 1 min read
Eftir summarfrítíðina er aftur lív og virksemi í hølunum á Vinnuháskúlanum. Undirvísingin er farin í gongd, og í ár bjóða vit 70 nýggjum lesandi vælkomnum til ymisku útbúgvingarnar á skúlanum.
Av teimum nýggju lesandi byrja 24 á skipsføraraútbúgvingini, 18 á skiparaútbúgvingini, 18 á maskinmeistaraútbúgvingini, meðan 10 byrja sum maskinaspirantar.


At velja eina útbúgving innan sjóvinnu er at velja eina framtíð við nógvum møguleikum. Føroyar hava eina sterka maritima vinnu, og føroyskar sjóvinnuútbúgvingar geva førleikar, sum eru eftirspurdir bæði heima og úti í heimi.
Lesandi á Vinnuháskúlanum fáa eina fjølbroytta undirvísing, sum fevnir um bæði ástøðiliga vitan og verkligar venjingar. Undirvísingin fer fram í skúlastovum, eins og í framkomnum navigatións- og maskinsimulatorum, har lesandi sleppa at royna veruligar arbeiðsstøður í tryggum karmum. Eisini verður stórur dentur lagdur á samstarv og felagsskap, har lesandi læra nógv av hvørjum øðrum.
Sjóvinnan hevur stóran tørv á vælútbúnum, ábyrgdarfullum og dugnaligum fólkum. Á Vinnuháskúlanum arbeiða lesandi, lærarar og starvsfólk saman um at menna júst hesar eginleikar, soleiðis at komandi sjófólk eru væl fyrireikað til arbeiðslívið.
Lærarar og starvsfólk á Vinnuháskúlanum gleða seg at taka ímóti bæði nýggjum og afturvendandi lesandi og ynskja øllum eitt gott og mennandi skúlaár.
(Myndir 📸 VH)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: VH
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Vinnuháskúlin #FaroeseMaritime #Sjóvinna #Fiskivinna #Shipping #Alivinna #Aquaculture #faroeislands #Education #Maritimestudies #faroeislandsmaritimedirectory #directory #faroeislandsmaritimedirectory
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #FaroeseMaritime #faroeislands #faroeislandsmaritimedirectory #directory #faroesemaritimeecosystem
Fylg LinkedIn #'s:
.png)



















.png)
%20(1).png)
Comments