top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Nýtt útbúgvingarráð sett innan maritimar útbúgvingar

Updated: Feb 27

Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett nýtt útbúgvingarráð fyri maritimu útbúgvingarnar.


(Mynd 📸 Barna- og Útbúgvingarmálaráðið)


Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett nýtt útbúgvingarráð fyri maritimu útbúgvingarnar.


Alfred Petersen heldur fram sum formaður, og eru hinir limirnir í ráðnum Arnfinn Bech, Berit Hovsgarð, Stefan í Skorini, Annfinnur Garðalíð, Gunnbjørn Joensen og Hans Johannes á Brúgv.


Maritima Útbúgvingarráðið skal sambært lóg um útbúgving av manning á skipum veita landsstýrismanninum ráðgeving innan maritimar útbúgvingar.


Á setanarfundi í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum heilsaði landsstýrismaðurin, Djóni Nolsøe Joensen, upp á limir og varalimir í nýggja Maritima Útbúgvingarráðnum.


Landsstýrismaðurin fegnast um, at Maritima Útbúgvingarráðið, sum umboðar bæði vinnu og fakfeløg, kann veita eina breiða og fakliga holla ráðgeving.


Hetta er eitt øki við stórum týdningi fyri Føroyar. Tað er umráðandi, at maritimu útbúgvingarnar støðugt fylgja við altjóða krøvum og tí menning, sum er millum annað innan tøkni og grøna orkuskiftið. Samgonguskjalið raðfestir maritimu útbúgvingarnar høgt, og tí er gleðiligt, at bæði vinna og fakfeløg vilja taka lógvatak saman og lyfta hesa týðandi uppgávu saman við undirvísingarverkinum.


Maritima Útbúgvingarráðið er mannað soleiðis:


Alfred Petersen, formaður


Maskinmeistarafelagið

Arnfinn Bech, limur    Regin M. Olsen, varalimur

SEV

Berit Hovsgarð, limur   Magnus K. Magnussen, varalimur

Føroya Reiðarafelag

Stefan í Skorini, limur, limur   Jógvan Jespersen, varalimur

Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Annfinnur Garðalíð, limur   Kristian Oskar Hendriksen, varalimur

Føroya Arbeiðsgevarafelag

og Reiðarafelagið fyri farmaskip

Gunnbjørn Joensen, limur   Jórun Gardar, varalimur

Sjóvinnustýrið

Hans Johannes á Brúgv, limur  Anly Sandberg Petersen, varalimur

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram Logo


Kelda: Barna- og Útbúgvingarmálaráðið

Fylg Facebook #'s:

#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Barna-ogÚtbúgvingarmálaráðið

Fylg LinkedIn #'s:

#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum ##Barna-ogÚtbúgvingarmálaráðið

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page