top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Politikkur | Knýta Føroyar uppí donsku tvískattaavtalurnar?

Eyðdis hevur sett Ruth eina skrivligan fyrispurning,


(Mynd 📸 advent.fo)


Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari: Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinna

Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum

Evni: Tvískattaavtalur, sum eru viðkomandi fyri Føroyar


Spurningar:


1. Ætlar landsstýriskvinnan í fíggjarmálum at arbeiða fyri at knýta Føroyar uppí tær donsku tvískattaavtalurnar?


2. Um ja, hvørji lond verður hugsað um eru viðkomandi, og nær kann væntast, at málið kann loysast, og eitt úrslit spyrjast burturúr? Um nei, hvørjar eru orsakirnar til, at tað ikki verður gjørt?


Viðmerkingar:


Staðfest er, at búskaparliga haldførið hjá Føroyum er alt annað enn gott.

Fyri at skapa betri inntøkumøguleikar, heruppií menna seg á vinnuøkinum - bæði her heima og úti um landoddarnar, er ein av møguleikunum at knýta Føroyar uppí donsku tvískattaavtalurnar. Hetta hevur verið frammi nakrar ferðir hesa tingsetuna.


Vantandi tvískattaavtalur eru við til at avmarka og forða vinnuni og føroyingum í teirra virkisfrælsi, umframt at skapa ójavnaðari og verri kappingarstøðu.


Tí verður hesin fyrispurningur settur.


Á Løgtingi, 2. mai 2024


Eyðdis Hartmann Niclasen





 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram Logo



Kelda: Eyðdis Hartmann Niclasen

Fylg Facebook #'s:

#BlueFaroeIslands #Tíðindi #Meiningar #Eyðdis Hartmann Niclasen

Fylg LinkedIn #'s:

#BlueFaroeIslands #Tíðindi #Meiningar #Eyðdis Hartmann Niclasen

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page