top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

POLITIKKUR | Sjúrður Skaale fingið svar frá verjumálaráðharranum

Verjumálaráðharrin sigur tað vera ónøktandi og avbjóðandi, at fleiri skip hjá Arktisk Kommando hava tekniskar trupuleikar í løtuni.

(Mynd 📸 Javnaðarflokkurin á Folkatingið)

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Fyrr í februar mánaði frættist á Danmarks Radio, at onki danskt verjuskip er til staðar kring Føroyar, tí F360 Hvidbjørnen, ið vanliga varðar um føroyska sjóøkið, var flutt til Grønlands. Tískil tók Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, í farnu viku málið upp við danska verjumálaráðharran, Troels Lund Polsen.


Tekniskir trupuleikuleikar á tveimum av verjuskipunum í Knud Rasmussen-klassanum hjá donsku sjóverjuni í Grønlandi høvdu við sær, at bæði skipini løgduskt óvirkin við bryggju í Nuuk fyrr í mánaðinum. Av hesi ársøk noyddist Arktisk Kommando at flyta Hvidbjørnen til Grønlands. Verjuskipið røkir nakrar av uppgávunum, ið Knud Rasmussen-skipini vanliga røkja.


Í hesum sambandi vildi Sjúrður Skaale ítøkiliga hava at vita, um verjumálaráðharrin heldur tað vera nóg trygt, at ongin skip hjá donsku sjóverjuni eru tøk kring Føroyar í løtuni. Harumframt spurdi fólkatingsmaðurin, um verjumálaráðharrin hevur álit á, at danska verjan røkir uppgávur sínar til fulnar í norðuratlantshavinum, og um ætlanir eru at byggja fleiri verjuskip.


Troels Lund Poulsen upplýsir nú í svari til fólkatingsmannin, at tiltøk í løtuni vera sett í verk fyri at bøta um støðuna við Føroyar, og roknast kann við, at eitt Thetis-skip kemur at røkja uppgávurnar kring Føroyar. Í fyrstu atløgu metir verjumálaráðharrin, at ein fregat í Iver Huitfeldt-klassanum verður til staðar kring Føroyar um miðjan mars.


Verjumálaráðharrin sigur tað vera ónøktandi og avbjóðandi, at fleiri skip hjá Arktisk Kommando hava tekniskar trupuleikar í løtuni. Hann sigur seg tó hava grundleggjandi álit á, at danska verjan røkir uppgávur sínar í norðuratlantshavinum, og vísir á, at verjan hevur fleiri aðrar møguleikar ið kunnu setast inn eftir tørvi.


Verjumálaráðharrin fær ikki vátta, at sjóverjan hevur ætlanir um at byggja fleiri fregattir. Hann upplýsir, at semja er um at seta kanningar í verk fyri at lýsa tørvin á økinum.


//


Svarini frá danska verjumálaráðharranum:


Spørgsmål nr. S592: Mener ministeren, at det er forsvarligt, at ingen af forsvarets skibskapaciteter er til rådighed ved Færøerne?


Svar: Forsvarskommandoen oplyser, at der som følge af sejladsforbud for to af Forsvarets inspektionsfartøjer af Knud Rasmussen-klassen og ud fra en militærfaglig vurdering er foretaget omdisponeringer af øvrige kapaciteter indsat under Arktis Kommando.


Forsvarskommandoen er ved at iværksætte tiltag for at afbøde for den manglende tilstedeværelse af skibskapaciteter ved Færøerne. Det forventes i forlængelse heraf, at et inspektionsskib af Thetis-klassen vil blive indsat ved Færøerne.


Det forventes desuden, at en fregat af Iver Huitfeldt-klassen vil være tilstede i færøsk farvand og gennemføre et havneophold i Thorshavn medio marts.


Spørgsmål nr. S593: Har ministeren tillid til, at forsvarets opgaveløsning i Nordatlanten er fyldestgørende?


Svar: Jeg har grundlæggende tillid til Forsvarets opgaveløsning i Nordatlanten. Forsvaret råder over en række kapaciteter, der kan indsættes i løsningen af Forsvarets forskellige opgaver.


Det er selvsagt ikke tilfredsstillende, at flere skibe ved Arktisk Kommando pt. er blevet ramt af tekniske problemer på samme tid. Det medfører, at Arktisk Kommando på nuværende tidspunkt er udfordret i opgaveløsningen.


Som det fremgår af aftalen om dansk forsvar og sikkerhed 2024-2033, er Færøerne og Grønland et indsatsområde for Forsvaret, hvor Danmark, Færøerne og Grønland skal samarbejde om at forbedre overvågning og suverænitetshåndhævdelse i regionen samt understøtte nære allieredes og NATO’s opgaveløsning i regionen.


Med første delaftale under forsvarsforliget er regeringen og aftalepartierne enige om, at der skal foretages yderligere analyser af bl.a. aktiviteter, tilstedeværelse, kapaciteter og samfundssikkerhed i hhv. Danmark, Færøerne og Grønland.


De konkrete kapaciteter og initiativer vil blive besluttet i tæt samarbejde mellem den danske regering, forsvarsforligskredsen, Færøernes landsstyre og Grønlands Naalakkersuisut.


Spørgsmål nr. S594: Har regeringen planer om at bygge flere fregatter?

Svar: Med første delaftale under forsvarsforliget er regeringen og aftalepartierne enige om at igangsætte en række analyser, der skal styrke beslutningsgrundlaget for kommende delaftaler.


De konkrete kapaciteter og initiativer vil blive besluttet i tæt samarbejde mellem den danske regering, forsvarsforligskredsen, Færøernes landsstyre og Grønlands Naalakkersuisut.


Med venlig hilsen

Troels Lund Poulsen

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram Logo


Kelda: Javnaðarflokkurin á Fólkatingi

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page