top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

RUNAVÍKAR HAVN | Ferðamannaskip á vitjan

Updated: Jul 6, 2022

Tíðliga sunnumorgunin kom ferðamannaskipið Seven Seas Splendor á Runavík. Stórur partur av cruisegestunum var úr USA og Bretlandi. Eftir at hava verið útferð fyrrapartin, nýttu tey høvi at hugna sær í miðbýnum seinnapartin, har tey m.a. kundu vitja sølumarknaðin í urtagarðinum við Løkin við alskins tiltøkum á skránni. Ein deiligur dagur í Runavík saman við fólki úr øllum heiminum.


Sum partur av vitjanini, vórðu umboð fyri Runavíkar kommunu, Runavíkar Havn og umboðsfelagnum Tor Shipping, boðin umborð til eina plattahandan.

Skipið fór avstað kl. 16.00 við kós ímóti Íslandi. Seven Seas Splendor kemur skjótt aftur til Runavíkar. Kaipláss er bílagt til skipið 28. og 29. august 2023.

Vit ynskja skipinum góða ferð til Íslands.

(Myndir: 📸 Runavíkar Havn)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page