SAMHERJI | Lítla milliard í vinningi í fjør
Orsøkin til góða útslitið er, at Samherji seldi partabrøv, 12 prosent, í einum øðrum stórum fiskivinnuvirki, Síldarvinnslunni, í fjør.
(Mynd 📸 Samherji.is)
Íslendska samtakið Samherji hevði 17,8 milliardir íslendskar krónur í vinningi í fjør, tað eru 950 milliónir føroyskar.
Í 2020 var vinningurin 420 milliónir føroyskar.
Orsøkin til stóra munin er, at Samherji seldi partabrøv, 12 prosent, í einum øðrum stórum fiskivinnuvirki, Síldarvinnslunni, í fjør.
Eginpeningurin fimm mia. kr.
Men høgi oljuprísurin sæst aftur í roknskapinum í fjør. Millum annað brúkti uppsjóvarskipið Vilhelms Þorsteinsson 16 milliónir føroyskar meira enn í 2020 til olju. Eginpeningurin hjá Samherja er fimm milliardir krónur, føroyskar.
13,6 mió. kr. í vinningsbýti
Samherji seldi fyri góðar 2,8 milliardir í fjør. Samherji eigur í føroyska felagnum Framherja, sum hevði 166,6 milliónir krónur í vinningi fyri skatt í fjør. Vinningsbýtið hjá Framherja er 13,6 milliónir.
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments