Røsk ung fólk á sjóvinnubreytini hava lokið trygdarskeið - MYNDIR
- Ólavur Í Geil

- 2 hours ago
- 1 min read

Hesir seinastu dagarnar hava røsk og ágrýtin ung fólk á sjóvinnubreytini á Føroya Eftirskúla og Vágs skúla tikið trygdarskeið Við Áir.
Skeiðið er ein týdningarmikil partur av undirvísingini, har næmingarnir ogna sær neyðuga vitan og førleikar, ið eru avgerandi í sjóvinnuni.
Hetta skúlaárið hevur sjóvinnubreytin verið eitt felags átak millum Føroya Eftirskúla og Vágs skúla. Samstarvið hevur givið næmingunum eitt ríkt og fjølbroytt læringsumhvørvi, har tey hava fingið møguleika at arbeiða saman, menna seg og byggja upp sterkar sosialar og fakligar førleikar.
Á trygdarskeiðinum Við Áir hava næmingarnir fingið praktiska og ástøðiliga frálæru í trygd á sjónum. Hetta umfatar m.a. eldsløkkjing, bjarging, og hvussu ein skal bera seg at í vandastøðum umborð á skipi. Slík vitan er alneyðug fyri øll, ið hugsa sær eina framtíð innan sjóvinnu.
Luttøkan og arbeiðsinnsatsurin hjá næmingunum hevur verið framúr, og tað sæst greitt, at áhugin fyri sjóvinnu er stórur. Samstundis er gleðiligt at síggja, hvussu væl samstarvið millum skúlarnar hevur eydnast.
Blue Faroe Islands ynskir øllum hjartaliga tillukku við væl eydnaða trygdarskeiðnum og vónar, at henda roynd gevur teimum enn størri dirvi og møguleikar víðari á teirra leið.

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Føroya Eftirskúli
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Vinnuháskúlin #FaroeseMaritime #Sjóvinna #Fiskivinna #Shipping #Alivinna #Aquaculture #faroeislands #Education #Maritimestudies #faroeislandsmaritimedirectory #directory #FSN #faroeislands #directory #mærsk #thor #navigare #faroeislandsmaritimedirectory #officialgatewaytotheFaroeseMaritimeIndustry #faroesemaritimeecosystem
Fylg LinkedIn #'s:

.png)
%20(1).png)

Comments