Vinnuháskúlin | Arbeiðsroyndir á landi geva nú atgongd til skipsførara
- Eva Andrésen

- 1 hour ago
- 1 min read

Ein serstakur útbúgvingarmøguleiki á Vinnuháskúlanum er aspirantskipanin. Gjøgnum hesa skipan kanst tú útbúgva teg til skipara, skipsførara ella maskinmeistara – og tú nýtist ikki at hava siglingartíð frammanundan. Siglingartíðin er nevniliga partur av sjálvari útbúgvingini, sum er ein samanseting av undirvísing á skúlanum og starvsvenjing hjá reiðaríum, sum skúlin samstarvar við.
Áður var miðnámsútbúgving eitt krav fyri at sleppa inn í aspirantskipanina. Nú eru upptøkukrøvini broytt, so tað eisini ber til at verða tikin upp við einari yrkisútbúgving ella við minst 2 ára viðkomandi arbeiðsroyndum.
Hetta merkir, at fleiri nú hava møguleika at velja hesa leiðina og fáa eina maritima útbúgving á Vinnuháskúlanum.
Ein av stóru fyrimununum við aspirantskipanini er, at siglingartíðin er partur av útbúgvingini. Tað ger skipanina til ein góðan og smidligan møguleika hjá teimum, sum vilja útbúgva seg til skipara, skipsførara og maskinmeistara.
Aspirantskipanin gevur sostatt einum breiðari bólki møguleika at søkja inn – og at taka fyrstu fetini móti einari framtíð á sjónum.
Umsóknarfreist 15 juli
(Mynd: VH.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Vinnuháskúlin
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Vinnuháskúlin #FaroeseMaritime #Sjóvinna #Fiskivinna #Shipping #Alivinna #Aquaculture #faroeislands #Education #Maritimestudies #faroeislandsmaritimedirectory #directory #FSN #faroeislands #directory #mærsk #thor #navigare
Fylg LinkedIn #'s:
.png)
%20(1).png)


















Comments