Maritimi dagurin á Vinnuháskúlanum - sí myndir 📸
- Eva Andrésen
- May 21
- 1 min read
Árligi maritimi dagurin hildin við góðari undirtøku á Vinnuháskúlanum. Dagurin var fyltur við áhugaverdum fyrilestrum, verkstovum og framløgum, sum øll høvdu til endamáls at varpa ljós á týdningin av maritimu vinnuni í Føroyum.
Nógvir gestir vitjaðu skúlan fyri at fáa innlit í ymiskar maritimar útbúgvingar, sum skúlin bjóðar, og møguleikarnir á arbeiðsmarknaðinum innan maritimar fakgreinar.
Við framúr góðari luttøku frá fyritøkum og felagsskapum úr vinnuni, herundir Vørn, Arctic Commando, Bakkafrost, Navigare og Smyril Line, fingu næmingar og gestir møguleika at netverka, seta spurningar og royna praktiskar venjingar, ið góvu eina betri fatan av tí, sum útbúgvingarnar fevna um í veruleikanum.
TORM, sum hevur eina verandi samstarvsavtalu við Vinnuháskúlan, luttók eisini á degnum. Tað serliga við hesi avtaluni er, at aspirantar fáa tryggjað 2 ára starvspláss hjá TORM, eftir at teir hava tikið aspirantútbúgvingina á Vinnuháskúlanum. Á sjálvum degnum vórðu eisini nýggir starvssáttmálar undirskrivaðir millum TORM og aspirantar, sum vóru til staðar.
Vit takka øllum, sum gjørdu dagin úrslitagóðan – bæði gestum, næmingum, starvsfólki og vinnulívinum fyri eina góða uppliving! Vit gleða okkum longu til maritima dagin næsta ár! -Vinnuháskúlin
(Myndir 📸 Vinnuháskúlin)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Vinnuháskúlin
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments