top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Ung skulu síggja møguleikarnar — vitjan frá Vinnuháskúlanum



Í síðstu viku fekk MEST vitjan av M4‑flokkinum á Vinnuháskúlanum, sum vóru komin at fáa eina nærri fatan av arbeiðinum umborð á einum veruligum skipi. Í hesum sambandi varð farið umborð á Dunga Jákup, har næmingarnir fingu greitt og fakligt innlit í bæði høvðustalvuna og neyðtalvuna.


Á túrinum greiddu starvsfólk frá, hvussu talvurnar verða brúktar í dagliga arbeiðnum, og hvussu tær eru ein týðandi partur av trygdar‑ og samskiftisskipanini umborð. Hetta gav næmingunum eina góða og praktiska mynd av arbeiðsgongdum, sum annars kunnu tykjast fjart frá skúlabreytini.



MEST fegnast altíð, tá skilagóð og áhugað ung koma á gátt. Slíkar vitjanir eru ein góð leið at vísa næmingum møguleikar í vinnuni og at styrkja sambondini millum útbúgving og praksis.







(Mynd: MEST)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Logo
Logo
Logo



Kelda: MEST

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page