top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

SAMSKIP | Nýggjan krana í Runavíkar havn 🏗

Samskip fingið nýggjan krana. Mobili kranin gevur Samskip heilt aðrar møguleikar at landa við.

(Myndir 📸 Runavíkar Havn)


Nýggi kranin gevur Samskipum heilt aðrar møguleikar. Talan er um ein um mobilan kajkrana, ið kann lyfta nakað omanfyri 100 tons. Kranin vigar uml. 400 tons við kontravektum, og kranaførarin situr í 24 metra hædd.


Primera virksemið er at landa og lasta bingjuskipini hjá Samskipum. Arnarfell og Helgafell hava skipskrana, men Samskip vænta at kunna gagnnýta skipini betur og skunda undir operatiónina við kajkrananum, umframt at hesin kranin gevur teimum møguleika at taka ímóti skipum, ið ikki hava skipskrana.


Slíkir kranar eru bert í Tórshavn sum nú er, og tí kann tað eisini hugsast, at Runavíkar havn kann fáa fyrimunir av krananum í framtíðini við at bjóða seg fram at taka ímóti kranaleysum skipum við tungari last, ið skal uppá land í Føroyum. Men tað má tíðin vísa, siga tey á skrivstovuni hjá Samskipum í Saltangará.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Runavíkar Havn

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page