top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

SEMINGSSTOVNURIN | Royna semju í sáttmálatrætuni millum FSN og FRF

Sáttmálin millum Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið er longdur til 10. mai.


(Mynd 📸 fiskimannafelag.fo)

Tað verður eina ferð í hesari vikuni, at Semingsstovnurin fer at royna at fáa semju í sáttmálatrætuni millum Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið.

Semingsstovnurin var boðsendur í síðstu viku. Stovnurin hevur tosað við partarnar eina ferð, sigur Terje Sigursson.

Sáttmálin millum Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið vardi til 1.apríl. Hann er nú longdur til á midnátt mikukvøldið 10.mai.

Samráðingarnar byrjaðu 12.apríl. 3.mai sendi Skipara- og Navigatørfelagið boð eftir Semingsstovninum.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: fiskimannafelag.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page