top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

S.J.H. COMMERCIAL DIVERS | Hava havt eitt gott ár

Kavarafyritøkan S. J. H. Commercial divers Sp/f við heimstaði í Vestmanna hevði vind í seglunum í fjør, við stórum vøkstri í bæði topp- og botnlinju.

(Mynd 📸 Vp.fo)

Bruttovinningurin tvífaldaðist úr 5,2 mió kr til nærum 11 mió kr. Og úrslitið eftir skatt nærum 10 faldaðist, úr 369 tkr til 3,6 mió kr. Símun Jákup Højsted, stjóri, sigur við VP, at tað eru arbeiði bæði á sjógvi og landi sum spjaða til raksturin. Tað eru eisini bæði føroyskir og útlendskir kundar, sum keypa tænastur frá fyritøkuni, sum rindaði 4 mió kr í lønum í fjør í mun til 3 mió kr árið fyri. Fíggjarstøðan hjá S. J. H. Commercial divers javnvigaði við árslok í fjør við 23 mió kr, harav 7,4 mió kr eru eginogn.


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Sjóvinnustýrið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page