SJÓKOVIN | Tiltak um línufiskiskap og fiskiveiðimøguleikar í Báta-og Listasavninum í Leirvík
Mikudagin 6. november kl 14.00 á Bátasavninum í Leirvík.
Næsta tiltakið hjá Ocean Cluster Faroes snýr seg um línufiskiskap. Veiðan hjá línuskipum í føroyskum øki hevur verið minkandi, og umleið helmingurin av veiðuni seinastu árini hevur verið veiddur í útlendskum øki, men hvønn týdning hevur atgongdin at fiska uttanlands fyri línuskip?
Hetta fara vit at umrøða á næsta tiltakinum hjá Ocean Cluster Faroes, sum verður mikudagin 6. November kl 14.00 á Bátasavninum í Leirvík.
Á skránni vera framløgur frá Magna Laksáfoss hjá Sjókovanum, sum fer at leggja fram samanbering av fiskiskapinum hjá línuskipum á ymsum leiðum við støði í veiðudagbókum og vísindaligum kanningum hjá línuskipum.
Síðani kemur Petur Steingrund at hugleiða um hvørjar niðurstøður kunnu gerast um støðuna hjá toskastovnunum út frá tølunum.
Eisini fer Stefan í Skorini at hugleiða og greiða frá um samráðingarnar í NAFO høpi, og Kristian Martin Petersen frá Felagnum Línuskip fer at greiða frá hvønn týdning útlendsk veiðirættindi hava fyri flotan.
At enda kemur Landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, Dennis Holm, at draga saman um, og tosa um hvørjar ætlanir og avbjóðingar landsstýrið hevur, tá tað kemur til fiskiveiðimøguleikarnar hjá línuflotanum.
Sum vanligt, verður eisini høvi til ein drekkamunn og eitt prát aftaná framløgurnar.
Øll eru vælkomin til tiltakið.
Vinarliga boða frá luttøku her:
(Mynd 📸 Sjókovin.fo)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjókovin.fo
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments