top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Sjónám fríkent

Soljóðandi skriv er komi frá Barna- og útbrúgvingarmálaráðinum viðvíkjandi málinum um skeiðsprísir fyri trygdarskeið til fiskiskip.


Í frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini, dagf. 27. januar 2021, var spurnartekn sett við heimildina hjá Sjónámi at áseta onnur gjøld fyri trygdarskeið, enn tey, sum ásett í K. nr. 100/2012 “um gjald fyri skeið innan trygd á sjónum”.

Sambært frágreiðingini var kostnaðurin fyri trygdarskeið á Sjónámi kr. 3.250 fyri næmingar í fólkaskúla og kr. 6.500 fyri sjófólk. Sambært K. nr. 100/2012 átti kostnaðurin at verði kr. 2.500 fyri næmingar í fólkaskúla og kr. 4.000 fyri sjófólk. Landsgrannskoðanin helt tí, at Sjónám hevði kravt ov nógv frá stórum parti av skeiðsluttakarunum.


Í hesum sambandi tók eisini spurningurin seg upp um skeiðsluttakarar skuldu hava afturgoldið tað, sum teir sambært Landsgrannskoðanini høvdu goldið ov nógv.


Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur eftirfylgjandi viðgjørt spurningin, um Sjónám hevur framt brot á K. nr. 100/2012, og um skeiðsluttakarar tí skulu hava afturgoldið munin. Barna- og útbúgvingarmálaráðið er komið til ta niðurstøðu, at Sjónám ikki hevur framt brot á nevndu kunngerð, og at skúlin tí heldur ikki skal endurrinda nakað til skeiðsluttakararnar.


Grundgevingin fyri niðurstøðuni hjá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum er, at tað, sum er avgerandi fyri, um skeiðsluttakararnir skulu hava eitt afturgjaldskrav, er, hvussu ásetingarnar í báðum kunngerðunum, K. nr. 100/2012 “um gjald fyri skeið innan trygd á sjónum og K. nr. 73/2016 “um trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum”, verða tulkaðar.

Sambært løgfrøðiligum grundreglum viðvíkjandi tign kann ein nýggj kunngerð tulkast, sum verandi galdandi framum eina eldri kunngerð, sum viðvíkur somu viðurskiftum. Hetta merkir, at kunngerðin frá 2016, kann tulkast sum verandi galdandi framum kunngerðina frá 2012, har hámark er ásett.


Harumframt er kunngerðin frá 2012 yvirskipað viðvíkjandi ásetingum um gjøld fyri trygdarskeið. Kunngerðin frá 2016 er galdandi fyri eitt ávíst skeið innan trygd á sjónum. Kunngerðin frá 2016 er tí meiri serstøk enn kunngerðin frá 2012.


Løgfrøðiliga verður mett, at hetta er rætta tulking í hesum málinum, og dentur hevur verið lagdur á, at kunngerðin frá 2016 er nýggjari og er samstundis nágreinað soleiðis, at hon er galdandi fyri eitt ávíst skeið innan trygd á sjónum. Harumframt eigur kostnaðurin fyri trygdarskeiðið at svara til tær faktisku útreiðslurnar, sum eru av hesum skeiði. Upphæddin nevnd sum hámark í kunngerðini frá 2012 verður mett at vera ov lág í mun til veruliga kostnaðin av hesum skeiðum.


Tá kunngerðin frá 2016 er galdandi framum kunngerðina frá 2012, og Sjónám hevur tikið eina upphædd fyri skeiðini svarandi til tær faktisku útreiðslurnar av skeiðunum, hava skeiðsluttakarar ikki nakað krav um endurgjald fyri kostnaðin av skeiðinum.Barna- og útbúgvingarmálaráðið fer í næstum at taka stig til at fremja ætlaðu

kunngerðarbroytingarnar, ið skúlin hevur sent inn hoyringarsvar til. Støða verður í tí sambandi tikin til tykkara viðmerkingar.


(Mynd 📸 Sjónám)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Sjónám

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page