Sjóvinnustýrið | Ein áheitan til skiparar og reiðaríir
- Eva Andrésen

- Sep 9
- 1 min read
Paris moU hevur kunngjørt, at næstu 3 mánaðirnar verður sjóneykan sett á Ballast Water Management (BWM).
Hetta skulu skipari og reiðarí vita:
Kanningartíðarskeið: 1. september – 30. november 2025
Endamál: At kanna, um skip liva upp til treytirnar í Ballast Water Management Convention (BWM).
Hvat verður kannað?
Galdandi BWM-váttanir
Dagførd Ballast Water Management Plan (BWMP)
Um manning er kunnað um og dugir at seta BWMP í verk
Góðkent og virkið BWM-system
Ískoyti til Ballast Water Record Book (BWRB)
Umsiting av botnfalli
Møgulig undantøk
Praksis:
Skip verður bara kannað eina ferð undir átakinum.
Hetta spurnarblað verður nýtt.
Um manglar verða staðfestir, kann freist gevast til at rætta manglarnar, men skip kunnu eisini verða afturhildin.
Tilmæli til skipara og reiðarí:
Tryggja, at øll skjøl, váttanir og dagbøkur eru dagførdar.
Ger manningina kunnuga við øll krøv og praktiskar mannagongdir.
Far ígjøgnum BWMP og tryggja tær, at skipið livir upp til øll BWM-krøv.
(Myndir 📸 Sjóvinnustýrið/IMO)
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: Sjóvinnustýrið
Fylg Facebook #'s:
#BlueFaroeIslands #Sjóvinnuforum #Sjóvinnustýrið #FaroeseMaritime #faroeislands #faroeislandsmaritimedirectory #directory #fas
Fylg LinkedIn #'s:









.png)
%20(1).png)

















Comments