top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

SJÓVINNUSTÝRIÐ | Føroysk luttøka á IMO fundi

Updated: Feb 15, 2023

Umboð fyri Sjóvinnustýrið luttekur í hesum døgum á HTW-fundi í IMO. HTW (Sub-Committee on Human Element, Training and Watchkeeping) er ein undirnevnd til Maritime Safety Committee (MSC). Í HTW verða øll altjóða førleikakrøv og prógv til manning á skipum viðgjørd og samtykt at leggja fyri MSC, sum endaliga samtykkir uppskotini.

(Mynd📸 Sjóvinnustýrið)


Millum høvðusmálini á fundinum hesa ferð er ein heildar endurskoðan av STCW-sáttmálanum. Hetta er fyrstu ferð síðani STCW Manila broytingarnar í 2010, at ein endurskoðan av sáttmálanum er á skrá.


Fyrsta málini hjá HTW er at samtykkja yvirskipaðar meginreglur fyri arbeiðið at endurskoða sáttmálan og staðfesta øki í sáttmálanum, sum eru neyðug at endurskoða. Endurskoðanin av sáttmálanum verður síðani á skrá til HTW-fundirnar komandi árini.


Umframt yvirskipaðu evnini verða tó eisini ítøkilig nýggj førleikakrøv umrødd á fundinum hesaferð. MSC hevur samtykt, at HTW skal gera eitt uppskot um, hvussu førleikakrøv til manning við skipum viðvíkjandi sálarligum arbeiðsumhvøvi, fyribyrging av happing og kynsligum ágangi millum sjófólk skulu vera ásett í STCW-sáttmálan.


HTW hevur í nøkur ár arbeitt við at gera heildarbroytingar í STCW-F-sáttmálanum fyri manning umborð á fiskiskipum. Arbeiðið er nú komið so væl áleiðis, at roknað verður við, at eitt endaligt uppskot at leggja fyri MSC verður samtykt á fundinum hesaferð. Broytingarnar fara væntandi ikki at hava avleiðingar fyri føroysku lóggávuna.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

コメント


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page