top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

SJÓVINNUSTÝRIÐ | Herd krøv um útlát frá skipum

Altjóða krøvini til handilsskipaflotan um útlát verða munandi herd næstu árini.

- Tað er ein beinleiðis avleiðing av IMO-ráðstevnuni MEPC 76, sum varð hildin í juni, og sum broytti og herdi sonevnda MARPOL-sáttmálan, ið skal verja ímóti dálking av havumhvørvinum, sum stavar frá skipum ella øðrum virksemi á sjónum.


>> Sí IMO talvur um útlát her

(Mynd 📸 Unsplash)


Fyri Føroyar merkja avleiðingarnar av MEPC 76, at umleið 20 skip bygd áðrenn 2013 í føroyska handilsflotanum næstu árini – og innan 2026 – skulu hava minkað teirra útlát av kolsúrevni, CO2, munandi, í minstalagi 16 prosent. Fyri nøkur skipasløg eru krøvini munandi hægri.


Talan er í høvuðsheitum um skip bygd fyri 2013 við einari bruttotonnasju oman fyri 5.000 tons. Fyri at røkka málinum og lúka ásetingarnar verður helst neyðugt við bæði tøkniligum broytingum umborð á skipunum – tað kann til dømis vera niðurplombering av motorum fyri at tryggja, at ferðin og harvið nýtslan av brennievni og CO2-útlátið verður minkað – og at sjálvur raksturin av skipunum verður tillagaður.


IMO (International Maritime Organization) er altjóða siglingarfelagsskapurin undir Sameindu Tjóðum, ST, og MEPC (Marine Environment Protection Committee) er havumhvørvisnevndin undir IMO.


MEPC 76 var 76. ráðstevnan hjá umhvørvisnevndini, sum vegna IMO tekur avgerðir um átøk og reglur at bøta um umhvørvisviðurskifti, undir hesum útlát. Henda yvirskipaða ætlanin verður síðan so líðandi fullfíggjað við nágreiniligum ásetingum, samtyktar av MEPC. IMO hevur samtykt, at samlaða útlátið frá altjóða skipaferðsluni í 2050 skal verða minkað við 50 prosentum í mun til útlátið í 2008.


IMO-reglur verða samtyktar og settar í gildi í semju. Men onki er í vegin hjá einstøku limunum at fara eitt stig longur. Tað ger Evropeiska Samveldið, ES, ofta og herðir sínar reglur samanborið við IMO. Fer ES at herða sínar reglur enn meira samanborið við IMO, verður tann herðingin sannlíkt eisini sett í gildi í Føroyum, hetta tí føroyska handilsskipavinnan er virkin á ES-marknaðinum og tískil eisini bundin av ES-reglum.


MEPC 76-avtalan røkkur bert fram til 2026. Tá má ein nýggj avtala gerast fyri, hvat síðan skal henda.


Men til ta tíð skal kortini nógv gerast. Avtalan fær gildi 1. november næsta ár, og 1. januar 2023 skulu øll skipini liva upp til nýggju krøvini og hava gjørt eina ætlan fyri, hvussu tey ætla at røkka málinum. Henda ætlanin skal góðkennast av myndugleikunum.


Tá MEPC 76-avtalan verður sett í gildi um stívliga eitt ár, verða nýggju reglurnar eisini settar í gildi í Føroyum.


Sí talvur her

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Sjóvinnustýrið

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page