SKRÁIN FYRI FØROYA SJÓMANNADAGAR 2023
Føroya Sjómannadagur kunngerð fjølbroyttu skránna fyri familjudagarnar 15. - 20. august 2023. Á skrá eru kappingar, mentanarlig tiltøk, undirhald, framførslur, góður matur og hugni fyri bæði børn og vaksin, og alt er sjálvsagt ókeypis.
(Mynd 📸 Norðlýsið)
Endamál Føroya Sjómannadags er, at varðveita áhugan fyri fiskivinnuni á sjógvi og á landi, og samstundis kveikja áhugan fyri tí, ið hevur við sjógvin at gera. Hetta verður gjørt á ein hugnaligan, gevandi og rúsfrían hátt, soleiðis, at familjur og fólk í øllum aldursbólkum kunnu fáa gleði av hesum afturvendandi tiltaki. Øll tiltøk, matur og annað, sum Føroya Sjómannadagur bjóðar, er ókeypis. Hetta er gjørligt takkað verið vælvild frá virkjum, skipum, felagsskapum, privatpersónum og stuðlum úr øllum landinum.
Høvuðsstuðlar Klaksvíkar Kommuna Norðoya Sparikassi
Sí skránna fyri ársins sjómannadagar HER
Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv
Kelda: KVF
Fylg Facebook #'s:
Fylg LinkedIn #'s:
Comments