top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Stjóraskifti á Føroya Oljusølu

Marner við Skipá, ið stovnaði sp/f Føroya Oljusølu í 2002 og hevur verið stjóri síðan, leggur frá sær sum stjóri.


(Mynd Føroya Oljusøla)


Nýggjur stjóri verður Heðin Weihe.


Hóast Heðin er eitt nýtt andlit í Føroya Oljusølu, so hevur hann nógv ár á baki í bilavinnuni.


Heðin byrjaði í 1996 í læru hjá P/F Meinhardt Arge, sum seinni bleiv til P/F Auto Service. Har arbeiddi hann til 2021. Heðin hevur starvast nærum 25 ár hjá Auto Service, fyri tað mesta sum verkstaðsleiðari og eitt tíðarskeið sum sølumaður.


Í 2021 byrjaði Heðin í starvi hjá P/F Wenzel, har uppgávan var at seta Wenzel Quick Service á stovn. 1. mars 2025 byrjaði Heðin á Føroya Oljusølu, og nú 1. januar 2026 hevur nevndin sett hann sum stjóra.



Vit fegnast um, at Marner framvegis kemur at hava sína dagligu gongd í húsinum. Marner hevur í nærum eina fjórðings øld, uppbygt eina vitan og eitt “knowhow” um olju og feitt v.m., sum eingin annar her á landi.


Umframt at ráðgeva kundum okkara, verður Marner eisini nevndarformaður.


Á Føroya Oljusøla starvast 9 fólk


Umframt at selja og skifta olju, so er nógv annað virksemi í fyritøkuni.



Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Facebook Logo
LinkedIn Logo
Youtube Logo
Instagram logo



Kelda: Føroya Oljusøla

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page