Marner við Skipá, ið stovnaði sp/f Føroya Oljusølu í 2002 og hevur verið stjóri síðan, leggur frá sær sum stjóri. (Mynd Føroya Oljusøla) Nýggjur stjóri verður Heðin Weihe. Hóast Heðin er eitt nýtt andlit í Føroya Oljusølu, so hevur hann nógv ár á baki í bilavinnuni. Heðin byrjaði í 1996 í læru hjá P/F Meinhardt Arge, sum seinni bleiv til P/F Auto Service. Har arbeiddi hann til 2021. Heðin hevur starvast nærum 25 ár hjá Auto Service, fyri tað mesta sum verkstaðsleiðari og eitt