top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Stjóri til Faroe Ship 

Faroe Ship søkir eftir framskygdum og týðuligum stjóra, sum framhaldandi skal vera við til at menna og styrkja fyritøkuna og tess leiklut í føroyska samfelagnum.


ree


Vilt tú vera við til at tryggja føroyska samfelagnum bestu flutningsloysnirnar?


Faroe Ship søkir eftir framskygdum og týðuligum stjóra, sum framhaldandi skal vera við til at menna og styrkja fyritøkuna og tess leiklut í føroyska samfelagnum.


Samstundis skal stjórin vera partur av altjóða leiðslutoyminum hjá Eimskip og vera við til at menna og fremja ætlanirnar hjá samtakinum.


Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

Sum stjóri hevur tú yvirskipaða fakliga, umsitingarliga og fíggjarliga ábyrgd av rakstrinum hjá Faroe Ship, herundir


  • at tryggja framtíðar vøkstur, herundir at optimera raksturin

  • at seta, menna og áhaldandi varðveita eitt sterkt og dugnaligt starvsfólkatoymi

  • at fremja sambond og samstørv í føroyska samfelagnum

  • at vera við til at fremja verkætlanir hjá Eimskip samtakinum

  • at vera virkin í altjóða leiðslutoyminum hjá Eimskip samtakinum


Krøv til útbúgving og førleikar

Vit vænta av tær, at tú


  • hevur gott handilsligt tev og fokus á loysnir

  • hevur holla vitan og royndir innan leiðslu, fíggjarviðurskifti og strategi  

  • hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni

  • hevur góðar samskiftisførleikar bæði í skrift og talu og ert stinn/ur í føroyska og enska málinum

  • ert skipað/ur og álitisvekjandi


Starvsbyrjan og setanarviðurskifti

Viðkomandi, sum fær starvið, byrjar í starvinum skjótast gjørligt.

Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu.


Umsókn og freist

Umsókn saman við lívsrensli, prógvum og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. august 2025 á midnátt.


Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Boga P. Nielsen, fráfarandi stjóra, á telefon 549000 ella á telduposti bpn@faroeship.fo


(Mynd 📸 Faroe Ship)

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo
ree


Kelda: Faroe Ship

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page