top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

PROFILUR | Jørgen F. Andreassen - Ein góð broyting 🚢⚓

Updated: Oct 19, 2022

Jørgen F. Andreassen hevur siglt sum skipari á stórum bingjuskipi hjá Mærsk í 20 ár, men nú siglir hann hjá reiðarínum Navigare í Søldafirði, og er skipari á Hav Sund

(Mynd: Jørgen F. Andreassen / Føroyska Sjómansmissiónin)


Jørgen F. Andreassen í Leirvík hevur siglt sum skipari á stórum bingjuskipi hjá Mærsk í 20 ár. Nú var hann troyttur av tí og vildi royna nakað annað. Hann siglir nú hjá reiðarínum Navigare í Søldafirði, og er skipari á Hav Sund. Skipið siglir millum annað við ymiskum tilfari til alifóður og við sandi, skervi,... og mest í Norðureuropa.

Men hvør er størsti munurin á at sigla bingjur úti í stóru verð, og so at sigla bulk í Norðureuropa?


- Tað er sum at liva í tveimum ymiskum heimum. Mærsk er eitt stórt og gott reiðaríð, har alt er skipað og ornað út í smálutir frá landi av. Skiparin hevði ábyrgd, men annars er ávirkan hansara á dagliga arbeiðið umborð sera avmarkað.


Her umborð er líkasum alt niðri á jørðini. Vit tosað um tingini og gera tey so hvørt sum tey koma. Tað merkir tó ikki at einki er skipað og lagt til rættis framman undan, sigur Jørgen.

- Tað er sjálvsagt stórur munur á at sigla eitt stórt bingjuskip, sum nærum er líka breitt, sum hetta er langt. Og tí rullar hetta meiri og ørvísi enn bingjuskipið og havnirnar skipini komu í kunnu illa samanberast, sigur hann.


- Nú havi eg bara siglt nakrar vikur her umborð, men hiðartil hevur mær dámt væl. Her hava vit t.d. seyðarhøvd til døgurða og turran fisk og spik okkurt kvøldið. Harafturat koma vit til Føroyar av og á og møguleiki er at síggja familjna. Av góðum grundum hendi tað ikki hjá Mærsk, sigur Jørgen F. Andreassen.


- Alt hevur sína tíð, og tað er óivað gott at skiftað arbeiði. Mær dámdi væl hjá Mærsk og eg vóni og rokni við at eg komi eisini at trívast her, sigur Jørgen F. Andreassen.

Honum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page