top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Gullak Madsen gevst í uppsjóvarvinnuni

Skip og kvotur eru seld øðrum føroyingum, sum eisini eru í Hirtshals

(Mynd 📸 KVF.fo)


Føroyingurin Gullak Madsen gevst nú í donsku uppsjóvarvinnuni. Eitt virksemi, sum hann byrjaði í 1988, og nú, 35 ár seinni, hevur føroyingurin selt skip og kvotur.

Hetta skrivar Portal.fo.

Virksemið fer tó ikki langt, tí tað verða framvegis føroyingar í Hirtshals, sum fara at eiga skip og kvotur.

Talan er um reiðaríini Beinur og Asbjørn, sum ávikavist familjan Tindskarð og familjan Magnussen í Hirtshals eiga.

Sum skilst, verður Ruth nýggi Asbjørn, meðan kvoturnar verða býttar millum bæði reiðaríini, sum hava keypt virksemið hjá Gullaki Madsen. Hvussu nógv, Gullak hevur selt virksemið fyri, veit Portal.fo ikki.


Fegnast um søluna Við heimasíðuna Fiskerforum.dk sigur Gullak Madsen seg fegnast um, at reiðaríið Ruth nú er selt til góð fólk í Hirtshals. "Men tað er eingin loyna, at eg helst hevði sæð næsta ættarlið fáa møguleikan at reka reiðaríið víðari. Eg havi tríggjar fantastiskar døtur, sum hava allar førleikar og viljan til at reka fyritøkuna víðari. Men tær eru ikki fiskarar á dekkinum, sum er eitt av krøvunum fyri at gerast eigari av einum fiskifari í Danmark," sigur Gullak Madsen við Fiskerforum.dk, og hann heldur fram: "Tað er reelt eingin møguleiki hjá kvinnum at etablera seg í donskum fiskiskapi ella at reka eina familjufyritøku sum okkara víðari. Tað er spell, at vit í Danmark í 2023 ikki hava fortreytirnar, sum draga tey, sum duga og hava hug til fiskiskap, til sín. Vit diskriminera tey, sum kanska ikki hava fysikkin til at standa á einum skipsdekki," sigur Gullak Madsen við Fiskerforum.dk.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: KVF.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page