top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
Writer's pictureEva Andrésen

TÍÐINDI | Isafold - eitt av mest framkomnu skipum í Norðurlondum

Gamli Isafold, sum er smíðaður í 2006, hevur riggað sera væl, verður sagt um skipið, sum nú verður skift út við nýbygningin.

(Mynd 📸 in.fo)


Herfyri varð eitt av mest framkomnu uppsjóvarskipum í Norðurlondum navngivið í Hirtshals.


Hetta er skipið Isafold, sum er teknað av Salt Ship Design í Noregi.

Nýggja skipið er 87 metrar langt, heilar 20 metrar breitt og lastar 3800 tons í RSV-tangum. Skipið er uppkallað eftir dóttir reiðarans.


Isafold, sum nýbygningurin kemur í flotan fyri, er smíðaður í 2006 á Karstensens Skibsværft í Skagen. Hann er 76,25 metrar langur og 14,40 metrar breiður.


- Gamli Isafold hevur riggað sera væl, veit Kystmagasinet í Noregi at siga.

Nýggi Isafold er smíðaður á skipasmiðjuni Zamakona Yards í Spania, og myndin omanfyri er tikin, tá skipið fyrstu ferð kemur til Hirtshals úr Spania.


- Hirtshals havn er nú heimstaður hjá nøkrum stórum uppsjóvarskipum. Umframt Isafold, eru Ruth, Beinur, Junior og Asbjørn heimahoyrandi í Hirtshals.

Kystmagasinet.no veit at siga, at ídnaðartrolarin, West Ocean, eisini er heimahoyrandi í Hirtshals.


Dansk Fiskeritidende vita at siga, at tað er Lise Bjørn Jørgensen, stjóri, sum saman við Karsten Mølgaard rekur reiðaríið Isafold A/S.


Nýggi Isafold er eitt frambrot við el-trolspølum, sum nú eru vorðin meira vanligt, og harumframt er maskinaríið eisini diesel–elektriskt.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: in.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Commentaires


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page