top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Mæla frá at ferðast við reikferðaskipum í USA

Í USA verður mælt frá at ferðast við reikferðaskipum í løtuni, tí vandin fyri Covid-19 smittu er so stórur í løtuni.

(Mynd 📸 REUTERS/Andrew Kelly)


Amerikanski stovnurin fyri Sjúkufyribyrging, Disease Control and Prevention (CDC), mælir øllum frá at ferðast við reikferðaskipum, uttan mun til um tey eru fult koppsett fyri Covid-19 ella ikki. Hetta sigur stovnurin, nú met nógvir amerikanarar verða staðfestir við koronu, serliga við Omicron-frábrigdinum.

Tilmælini hjás CDC eru sum at fáa sum vátan vøttin hjá reikferðavinnuni. Júst hendan vinnan hevur verið ógvuliga hart rakt fíggjarliga av koronufarsóttini, og ikki fyrr enn í juni 2021 byrjaðu reikferðaskip so smátt at sigla aftur. Men nú sær aftur kolasvart út hjá reikferðavinnuni í USA.

Eftir tíðindi um covid-19 smittu umborð á ymsum reikferðaskipum, hækkaði Disease Control and Prevention í USA ávarðingarstigið í sambandi við Covid-19 til hægsta stig.

Heilsustýrið hevur kannað og kannar framvegis Covid-19 smittu umborð á meira enn 90 skipum.

Partabrøvini hjá Carnival Corporation, Norwegian Cruise Line Holdings Ltd og Royal Caribbean Group fallu við einum prosenti á virðisbrævamarknaðinum eftir boðini frá CDC (Center for Dease Control and Prevention, USA).

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Antares / gCaptain

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

1 comment

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page