top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | MEST flest lærlingar seinastu 20 árini

Sambært yvirliti hjá Yrkisdeplinum hava 278 næmingar havt lærupláss á MEST seinastu 20 árini.

(Mynd 📸 VP.fo)


MEST er sostatt tann fyritøkan í Føroyum, sum hevur nógv flest lærlingar. 60 lærlingar eru alsamt í læru á MEST. 8 nýggir lærlingar byrja á MEST í dag.


“Fyri okkum á MEST er umráðandi alsamt at seta yngri fólk við – bæði innan okkara handverk á MEST og til vinnuna annars - har nógvir maskinmeistarar og verkfrøðingar hava byrjað sína yrkisleið við lærdómi og royndum frá MEST sum grundarlag”, sigur Mouritz Mohr.


Aftur í ár er ætlanin hjá MEST at fáa nógvar góðar vónríkar lærlingar í læru.

Í dag møttust teir 8 nýggju lærlingarnir, sum byrja í læru nú, á MEST í Tórshavn har stjórin og leiðarar tóku ímóti teimum fyri at greiða nærri frá. Talan er um 5 maskinsmið- og ellærlingar, sum byrja á MEST í Havn og 3 lærlingar, sum byrja á MEST Skála.

(Mynd 📸 VP.fo)


MEST leggur seg eftir at leggja tilgongdina við upplæring til rættis á ein skipaðan hátt har lærlingarnar fáa høvi at koma kring í fyritøkuni og fáa upplæring innan øll viðkomandi økir.

Umleið 16 lærlingar verða tiknir inn um árið. Fýra ferð um árið tekur MEST lærlingar inn fyri at tryggja eina so góða upplæring sum møguligt.


Fyrstu tíðina er umráðandi, at lærlingarnir fáa eina so góða mynstring sum møguligt. Tí fylgja teir eini serligari innleiðslu skrá har næmingarnir fáa upplýsingar um lærutíðina og verða settir inn í ymisk viðurskifti á MEST. Lærutíðin er 4 ár, við 55 vikum í skúla í Føroyum, eins og nakrir lærlingar skulu í skúla í Danmark.


Tað hevur víst seg, at útbúgvingin sum handverkari gevur góðar møguleikar til fólk við ynskjum um at nema sær víðariútbúgving innan eitt nú maskinmeistara ella verkfrøðing.

Í komandi mánaði verður somuleiðis søkt eftir maskinsmiðslærlingum til MEST Runavík og logistik atstøðingum í sølubúðunum/goymslunum á MEST á Skála og í Havn.


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: VP.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Tags:

0 comments

Comentários


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page