top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Nógv rokan og fiskur kring Nónhamar

Leygardagin og sunnudagin var stórt arbeiðið gjørt við eini roynd at flyta Nónhamar, (Helenu) á grynnri vatn, enn har hon var søkt fyri fyri stuttari tíð síðani.


Umborð á alibáti hjá Bakkafrost var manning frá Faroe Dive, Kav og fleiri til arbeiðis leygardagin og sunnudagin, at gera klárt til Norðborg at lyfta Nónhamar upp frá havsins botni aftur og flyta hann eitt vet nærri har Reynsmúli liggur.

Men tað kravdi stórt arbeiði við ketum og trossum. Til tað var manningin á alibátinum sera roynd í slíkum arbeiði, men sjálvandi er tað ikki løtuverk art arbeiða við slíkum tungum tilfari.

Wilhelm Hansen frá kav stóð fyri planleggingini saman við Janus Joensen, ímeðan Wilhelm, saman við fólki sínum stóð fyri tí praktiska umborð. Leygardagin var tjúkk keta løgd kring allan Nónhamar á botni og harafturat var ketan fest ymstastaðni kring alt skipið. Sunnudagin vóru so tjúkkir trossar spleysaðir saman og bundnir í ketuna á fýra støðum og teir fýra endarnir vóru so handaði Norðborg tá hon kom á Borðoyarvík at gera arbeiðið.

Tað sýntist at ganga væl at fáa Nónhamar uppfrá botninum, men eftir at skipið varð flutt nakað, slitnaðu endarnir hjá Norðborg. Men tó menn meta at Nónhamar hevur flutt seg so mikið langt, at tað nú er lag á manni hjá Faroe Dive at brúka Nónhamar í útbúgvingini eisini av slangukavarum.

KAV hevði eisini dronur niðri á botni í gjár, og myndir frá teimum vístu at sera nógvur fiskur støðast við Nónhamar har hann liggur á umleið 20 metra dýpi nú.


Janus Joensen skrivar soleiðis um dagin á sínum fb vanga:


Dagurin í gjár var heilt ómetaliga góður. Hava næstan ikki orð fyri hesum. Frá morgunstundini var rokan í fjørðuni við at gera klárt, at seta á vrakið av Helenu, ið liggur á Borðoyavík. Ætlanin er at fáa vrakið nakrar metra grynnri at liggja. Seinnapartin kom Jón Rasmussen, skipari, við manning sínari inn á víkina við stásiliga skipinum Norðborg fyri at seta á vrakið. Eftir at hava hiva í trossarnar og flutt seg og vrakið nakað inneftir, varð avgjørt at steðga á, soleiðis at ein meting kann gerast av hvussu vrakið hevur flutt seg... at sleppa at brúka ein dag saman við slíkum pressarum er ein gáva..  Stóra takk fyri ein framúr góðan dag














(Myndir 📸 Nordlysid.fo) (Video 🎥 Janus Joensen)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Kelda: nordlysid.fo og Janus Joensen

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comentários


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page