top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Noreg til reiðar at veita eina rúgvu av gassi til Danmarkar

Ørsted og Equinor hava júst gjørt sáttmála um at veita nógv norskt gass til Danmarkar umvegis Baltic Pipe. Sáttmálin er galdandi fyri tíðarskeiðið 1. januar 2023 til 1. apríl 2024, og mongdin verður umleið 8 TWh – tað er tað sama sum umleið ein fjórðingur af samlaðu donsku gassnýtsluni.

(Mynd 📸 maritimedanmark.dk)


Arbeiðið at leggja Baltic Pipe-gasskaðalin hevur gjørt tað møguligt hjá Ørsted at keypa gass frá norskum gassleiðum, tí norska gassleiðingin er knýtt í donsku gassrørskipanina.

- Vit fegnast um at hava gjørt hesa avtaluna, sum tryggjar veiting av norskum gassi til Danmark umvegis Baltic Pipe í týðarskeiðnum, tá Tyra-leiðin ikki veitir gass til Danmark. Við sáttmálanum hava vit meira enn nóg mikið av gassi til gassnýtsluna hjá kundunum, bæði nú í vetur og næsta vetur. Og tað gevur okkum møguleika at fylla gass á donsku gassgoymslurnar um summarið, sigur Søren Thygesen Blad, leiðari fyri gass hjá Ørsted.

Ørsted hevur við hesi avtaluni og við framleiðsluni frá Suður-Arne-leiðini og frá biogassi meira enn nóg mikið til egnar kundar sínar, sum bæði eru vinnukundar í Danmark og Svøríki.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Antares.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comentários


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page