top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Norsk skip fiska lodnu íslendskum sjógvi

Higartil hevur bara eitt føroyskt skip fingið loyvi at fiska lodnu

(Mynd 📸 KVF.fo)


Norsk skip eru byrjað at fiska lodnu undir Íslandi. Tey eiga 40.000 tons har.

Higartil hava fýra íslendsk skip landað lodnu.

Men grønlendsku skipini, Pol­ar Amar­oq og Pol­ar Ammassak, hava fiskað í eina tíð nú.

Higartil hevur bara eitt føroyskt skip fingið loyvi at fiska lodnu. Tað er Norðborg. Kvotan hjá Norðborg er 2.730 tons.

Fekk góðan prís í Føroyum

Føroyska lodnukvotan í íslendskum sjógvi er 10.920 tons í ár.

Í norska Fiskeribladet verður róð uppundir, at lodna, sum verður landað í Føroyum, kann enda í Russlandi.

Norska skipið Birkeland landaði lodnu á Tvøroyri. Prísurin hjá Varðanum Pelagic vakti ans í Noregi, tí hann var so høgur, skrivar Fiskeribladet.

Blaðið hevur tosað við Sigve Drønen í Birkeland Fiskebåtrederi.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: kvf.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page