top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | SAMRÁÐINGAR SLITNAÐAR

Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag eru slitnaðar

(Myndir 📸 fsn.fo)


Tann 4. mars 2022 handaðu partarnir sáttmálakrøvini í Vinnuhúsinum, nakrir fundir hava verði, men tað serliga hesaferð er, at manningarfeløgini eru ikki í felagssamráðingum. Tó skal sigast, at nøkur av punktunum hjá manningarfeløgunum líktust so mikið nóg, at ein roynd var at samanskriva hesi fáu krøv, men uttan úrslit. Eftir hetta fóru partarnir aftur til egnar samráðingar.


Í gjár 30.03.2022 kl 10:00 hittust partarnir aftur í vinnuhúsinum, men einki kom burtur úr. Kl 14:00 í dag var ein felagsfundur millum Manningarfeløgini og FR í í Vinnuhúsinum, hetta fyri at taka saman um samráðingarnar. Føroya Reiðarafelag kom til tað niðurstøðu, sum støðan var, so vildu teir boðsenda semingsstovnin inn.


Semingsstovnurin kom beinanvegin, og sum vanligt er, so verður oftani ein sáttmáli framlongdur, men til hetta svaraði Føroya Skipara og Navigatørfelag - og sum einasta felag - nei til at framleingja sáttmálan. Sáttmálin gongur út á midnátt hóskvøldið 1. apríl. Møguligani framleingir semingsstovnurin sáttmálan í eina viku, og tað er tað hann hevur loyvi til.


Føroya Skipara og Navigatørfelag hevur avtalað fund við semingssstovnin fríggjamorgunin kl 10:30 í FSN

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: fsn.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page