top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Sjøtul settur á føroyskt vinnu og siðsøgusavn fyri Grønlandsútróðurin

Áhugabólkur í Vága kommunu hevur savnað saman lutir, ið hava við Grønlands útróðurin. Ætlanin er at gera ein savnsbygning.


Síðan 2011 hevur ein áhugabólkur í Vága kommunu savna saman Grønlandsbátar og lutir, ið hava við Grønlandsútróðurin at gera, við tí fyri eyga, at varðveita henda týdningarmikla vinnuliga mentanararv til komandi ættarlið. Talan er um bátar úr nærum øllum Føroyum.

Grønlandsútróðurin var í mong ár sera týdningarmikil fyri føroyska búskapin, og var hann inntøkugrundarlagið hjá mongum føroyskum húskjum, ikki minst í Vágum. Sostatt var hann týðandi fyri vælferðina í Føroyum.


Eisini var hann íblástur hjá grønlendingum, ið vóru við føroyskum bátaskipum til at byrja sjálvstøðugt virksemi sum bátaeigarar og fiskimenn. Føroyingahavnin við Nordafar á odda var harumframt eitt gott dømi um væleydnað útnorðursamstarv.

Talan er um einar tíggju bátar í bátastøddunum áttamannafør, tíggjumannafør, seksæringar og størri bátar, umframt onnur før. Og verður hetta eisini einasta almenna maskinbátasavn í Føroyum.



Umframt bátarnar er ein stór mongd av spennandi lutum savnaðir saman eitt nú veiðiamboð, klæðir, lutir til matgerð, bátaútgerð so sum kumpassir, fiskiluppur, útvarpstól og medisinkistur eins og amboð til at smíða Grønlandsbátar við. Eisini eru skjalagoymslur og ein røð av øðrum lutum í varðveitslu.


Vinnu og siðsøgusavnið um Grønlandsútróðurin heldur í dag til í hølum hjá Vága kommunu og er nú ætlanin at fara undir næsta stig, at fáa varandi hølir til savnið í Miðvági, har grundøki longu er sett av. Í 2017 fekk áhugabólkurin játtan frá kommununi um at fara undir at gera eina verkætlan um ein savnsbygning og í 2020 tilsøgn til lendi.


Í hesum sambandi hava Kontrast arkitektar við Mayfinn Norðoy tekna ein savnsbygning til endamálið. Talan er um, ein eitt sindur ráan, einkultan timburbygning í Nordafarsstíli, við íblástri úr Føroyingahavnini, sum er rimaður uppi í skjøldrunum og við glasyvirljósi.



Lagt verður lutvíst upp til eitt livandi savn, har hugsast kundi, at bátur verður smíðaður úti í høllini, eins og Grønlandsbátarnir verða flotaðir til serlig høvi. Orkuliga er her talan um ein “grønan bygning”, har ljósið í høllini fæst gjøgnum glasyvirljós í takinum. Framsýningarhøllin verður ikki upphitað, meðan restin av bygninginum verður upphitað við sjóvarhita.


Áhugabólkurin er farin undir at søkja um fígging til savnsbygningin og verður talan um myndugleikar, vinnulív og grunnar bæði í Føroyum og uttanlands.

Savnið verður undir bygdasavninum og harvið Tjóðsavninum.


(Myndir📸 fiskur.fo)

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Fiskur.fo

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page