top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Vinnudagurin 2022

Vinnan hittist til samveru og íblástur á Vinnudegnum. Endamálið við Vinnudegnum er at savna vinnuna til íblástur og til óformliga samveru við kundar, veitarar og samstarvsfelagar.

(Mynd📸 industry.fo)


Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni, har umboð úr vinnuni savnast til áhugaverdar fyrilestrar og sosiala samveru, og ikki minst verða Ársins Virki og Vinnuátakið kosin.

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri Vinnudegnum, sum í ár eins og undanfarin ár verður hildin í snøggu kørmunum í Norðurlandahúsinum. Veitslan í ár verður hildin á nýggja bryggjarínum OY í vinnuliga umhvørvinum á Hálsi í Havn.

Skráin í ár er fjølbroytt.

Høvuðsfyrilestrahaldarin í ár verður Ole Jacob Sunde, norskur íverkseti og formaður í m.a. Scott Trust, sum eigur The Guardian og The Observer. Hann hevur stovnað og rikið Formue A/S, har hann nú er nevndarlimur. Á Vinnudegnum fer hann undir heitinum. ‘Ledelse i turbulente tider’ at røða um týdningin hjá fyritøkum at flyta seg við tíðini, og tann stóra leiklut og ábyrgd fyritøkur hava í eini verð, sum broytist støðugt.

Patrycja Riera fer at hava fyrilestur við heitinum’ Diversity? Really? - Why diversity is so crucial in this day and age and how to make it work’. Patrycja er stjóri á Inclusionem og serfrøðingur í inklusjón, fjølbroytni og leiðslu. Hon fer at tosa um týdningin av fjølbroytni og inklusjón á arbeiðsplássum, og hvønn leiklut leiðslan hevur í hesi tilgongd.

Á Vinnudegnum taka vit eisini fepurin í politisku flokkunum fyri breiðum semjum, tá ið tað snýr seg um at fremja og arbeiða fyri at seta í verk tilmæli úr Vakstrarforum. Heitið á kjakinum er Frá Vakstrarforum til veruleika. Brynhild Thomsen er orðstýrari og leiðir okkum eisini gjøgnum dagin.

Føroya Arbeiðsgevarafelag fer at nýta høvið á Vinnudegnum at almannakunngera nýggju vinnusjónarmiðini hjá felagnum undir heitinum Kappingarførar Føroyar.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page