top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÓRSHAVNAR KOMMUNA | Fyrsti dópur við nýggju Skansabryggjuna

Sunnukvøldið var móttøka við Skansabryggjuna, tá tikið varð ímóti Brúarfossi, sum endiliga varð doyptur – hátíðarhaldið er fleiri ferðir útsett orsakað av koronu. Heðin Mortensen, borgarstjóri, heltt stutta røðu.

(Mynd 📸 Tórshavnar Kommuna)


Borgarstjórin nevndi, at hetta er ein søguligur dagur.


- Tí nú standa vit her: Hetta er fyrstu ferð, vit doypa eitt skip við nýggju Skansabryggjuna. So vit kunnu á ein hátt gott siga, at hetta er eitt slag av “vígslu”.


- Støðan er tann, at alt eystara havnaøkið nú verður skipað í eina heildarætlan. Vit eru spakuliga við at rudda Eystaruvág millum havnarskrivstovuna og Kongabrúnna fyri nærum alt verandi virksemi.


- Og sum frálíður flytir alt virksemið her út á Skansabryggjuna. So hetta verður skjótt eitt aktivt og sera spennandi umhvørvi.


- Flestum kunnugt er sáttmáli er gjørdur við Smyril Line, um at felagið saman við kommununi byggir ein stásiligan nýggjan terminal á nýggja økinum her uttanfyri havnarskrivstovuna.


- Vit fáa skjótt ein nýggjan innkomuveg til Havnina, sum fer at deila seg í fleiri frákoyringar oman í býin. Men Skansabryggjan og Eystarvág koma bæði sjóvegis og ferðsluliga annars at verða høvuðsportalurin inn í hjartað á Havnini.


- Og tit ganga undan við at seta skjøtul á virksemið her við Skansabryggjuna. Og tað frøir okkum.


- Brúarfoss kom longu á Havnina síðst í november í fjør. Men sum við so mongum øðrum, so varð hátíðarhald og dópur alt útsett vegna korona.


- Brúarfoss er systirskip hjá Dettifoss, sum verður doyptur í Íslandi. Brúarfoss er tað seinasta av skipunum, sum er sett í sigling.


- Faroe Ship sum felag hevur gjøgnum tíðina havt ómetaligan týdning fyri Havnina. Felagið er nú yvir 100 ára gamalt og er í dag dótturfelag hjá Eimskip-samtøkuni.


- Kortini hava tit varðveitt tykkara samleika og skipini eru skrásett í Føroyum. Skip sum hesi hava ómetaliga stóran týdning. Framtíðin krevur størri skip, sum tryggja regluligari og burðardyggum flutningi.


- Hetta, at skipini gerast størri, setir stór krøv til havnarløgini. Og fyri okkum í Havnini merkir hetta, at vit ikki steðga her, men at vit framhaldandi vera við í menningini. Vit fara saman við vinnuni skapa umstøður fyri áhaldandi vinnulívsmenning á økinum.


- Tórshavnar havn brynjar seg eisini til leiklutin sum tilfeingisdepil í Norðurhøvum. Og vit arbeiða støðugt fyri, at Havnin fær størri lut í shippingvinnuni og fær umstøður at veita tryggar og dyggar tænastur, sum vinnuni tørvar.


- Eg fari her at enda at takka tykkum øll somlum fyri tykkara trúfesti og ynskja tykkum alt tað besta í vón um eitt framhaldandi frálíkt samstarv. Eisini ynskja vit Brúarfoss vælkomnum og blíðan byr og ynskja Guds signing yvir skip og manning, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo



Fylg Facebook #'s:


Fylg LinkedIn #'s:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page