top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

Tvøroyri lansera sum nýggj destinatión hjá Nordic Port Group

ree

Nordic Port Group (NPG) hevur nú almannakunngjørt Tvøroyri sum eina av sínum útvaldu destinatiónum, og er lýsingin nú sjónlig á heimasíðuni hjá felagnum. Hetta merkir, at Tvøroyri nú er fullur partur av norðurlendska netverkinum hjá NPG, sum fevnir um ferðamannahavnir og ferðamál í Svøríki, Íslandi og nú eisini Føroyum.



Sterk og jalig lýsing av Tvøroyri og Suðuroynni


Í nýggju lýsingini verður Tvøroyri framhildin sum ein portur inn til eina av teimum mest autentisku og dramatisku upplivingunum í Føroyum. NPG lýsir staðið soleiðis:


  • Tvøroyri liggur vøkur og friðarlig fram við Trongisvágsfirði

  • Býurin hevur sterka maritima arv og spennandi søgu sum handilsstaður

  • Gamla býarmyndin við litskrýddum træhúsum og norsku kirkjuni er sermerkt

  • Suðuroy bjóðar stórsligna náttúru við fjøllum, víðum dølum og duldum víkum

  • Hvannhagi, SALT og fjølbroyttir gongutúrar verða framhevaðir

  • Upplivingin á Tvøroyri er bæði heimlig, náttúrlig og “off-the-beaten-path”

NPG staðfestir, at gestir, ið vitja Tvøroyri og Suðuroy, fáa eina uppliving, ið er bæði ótamda, innilig og minnisríka – sjálva kjarnan av Føroyum.


Burðardygg menning í miðdeplinum


Bæði Tvøroyrar kommuna og NPG leggja stóran dent á burðardygga menning av ferðavinnuni.Møguleikar skulu skapast í lokalum samfelagnum, og tað eru lokalir veitarar og fólkið sum har virkar, sum skulu fáa ágóðan av menningini.

Strategiin hjá NPG er greið:Burðardygt er ein strategi, ikki ein marknaðarkampanja. Teir arbeiða við at sameina búskaparliga menning við umhvørvisligum og sosialum javnvági – alt frá infrastruktur til lokal upplivingartilboð.


NPG leggur eisini dent á:


  • at menna vitjanina frá tí lokala útgangsstøðinum, heldur enn at brúka standardloysnir

  • at uppbyggja og styrkja lokalar førleikar

  • at arbeiða saman við staðbundnum felagsskapum

  • at bøta og minka um ávirkanina á náttúruna

  • og at menna dygdargóðar og fjølbroyttar gestaupplivingar


Hetta samsvarar púra yvireins við ynskini hjá Tvøroyrar kommunu.


Saman menna vit framtíðar Tvøroyri


Tvøroyrar kommuna fegnast um, at Tvøroyri nú er sjónliga partur av NPG-netverkinum.


Hetta gevur nýggjan altjóða sýnileika og opnar fyri fleiri samstarvsmøguleikum og nýggjum menningarmøguleikum.




ree


Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo
ree


Kelda: Tvøroyrar kommuna - Tvøroyrar Havn

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page