top of page
Tíðindi: Blog2
ØLL EVNIR OG LEITING AV #'S
GREINAR EFTIR # FRÁMERKING:
NÝGGJASTA










MEST NÝTT #'s


S/Y Blue Clipper vitjar á Trongisvágsfirði
Í sambandi við ferð um Norðuratlantshav "Venturesail" er vakra seglskipið S/Y Blue Clipper á vitjan á Trongisvágsfirði um vikuskiftið. Blue Clipper er eitt trímastrað skonnart – ein sokallaður “gaff schooner” – bygt í Svøríki í 1991 av “FEAB Marstrandsverken”. Skipið er 44 metrar langt og 7,4 metrar breitt, hevur stálskrokk, stál yvirbygning og dekk úr teak. Blue Clipper hevur eina bruttotonsu upp á 197 GT og verður drivið av eini Cummins dieselmotor. Hægsta ferðin er 9,5 sjó
Jul 82 min read


TVØROYRAR HAVN | Nýggj gjøld fyri bátapláss
Fíggjarnevndin hjá Tvøroyrar kommunu hevur á fundi 27. apríl 2026 samtykt at áseta gjøld fyri bátar, sum liggja í kaihylinum á Tvøroyri. (Mynd: tvk.fo) Í løtuni hevur ikki verið ásett nakað fast gjald fyri hesa nýtslu, og er nú avgerð tikn um, at innheinta eitt rímuligt og greitt tænastugjald. Málið hevur verið til viðgerðar í Vinnu- og havnanevndini, har ymisk tilmæli hava verið frammi.Vinnu- og havnanevndin samtykti 1. september 2025 at fara undir arbeiðið at gera eina sers
Apr 291 min read


Tunnusláttur umborð á Hvidbjørnen
Gamla siðverjan við tunnusláttri umborð á donsku verjuskipunum á føstulávint, á Tvøroyri, livir í ”bedste velgående”. Hóast sera nógv og ,tíverri, vaksandi virksemi á hernaðarliga økinum, so hevur danska sjóverjan funnið tíð til at vitja Tvøroyri og enn einaferð geva børnunum í oynni eina stóra uppliving. Tiltøkini hava altíð verið sera væl vitjaði og alt hevur gingið upp á stás. Manningin gongur sera høgt upp í at børnini skulu hava ein góðan dag og stuttligt er at síggja, h
Feb 61 min read


Tvøroyri lansera sum nýggj destinatión hjá Nordic Port Group
Nordic Port Group (NPG) hevur nú almannakunngjørt Tvøroyri sum eina av sínum útvaldu destinatiónum, og er lýsingin nú sjónlig á heimasíðuni hjá felagnum. Hetta merkir, at Tvøroyri nú er fullur partur av norðurlendska netverkinum hjá NPG, sum fevnir um ferðamannahavnir og ferðamál í Svøríki, Íslandi og nú eisini Føroyum. Sí lýsingina hjá NPG her: https://www.nordicportgroup.com/our-destinations#tvoryri Sterk og jalig lýsing av Tvøroyri og Suðuroynni Í nýggju lýsingini verður T
Nov 27, 20252 min read


TVØROYRAR HAVN ognað sær nýggjan loðsbát
Tvøroyrar kommuna vil hervið ynskja Páll Eli Joensen hjartaliga til lukku við keypinum av fyrrverandi bjargingarbátinum Arun frá Norðoya Bjargingarfelagi. Báturin er upprunaliga ein Arun-SAR frá bretska bjargingarfelagnum RNLI, sum kom til Føroya í 2005 og hevur tænt sum bjargingarbátur í Norðoyggjum í yvir 20 ár. Nú fær hesin røkti bjargingarbátur nýtt og týdningarmikið lív sum loðsbátur hjá Tvøroyrar havn . Hesin „nýggi“ báturin gevur okkum betri og tryggari møguleikar at
Nov 24, 20252 min read


Myndarøð | Tvøroyrar Havn, 100 ár í dag
Í dag, fyri 100 árum síðan, fríggjadagin 15. august 1924 varð Tvøroyrar Havn, Føroya fyrsta veruliga havn, tikin í nýtslu. Í dag, fyri...
Aug 15, 20243 min read
bottom of page

.png)
.png)
%20(1).png)