top of page
  • BFI á Facebook
  • BFI á LinkedIn
  • BFI á YouTube
  • BFI á Instagram
  • BFI Tíðindabræv
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TVØROYRAR HAVN | Nýggj gjøld fyri bátapláss

Fíggjarnevndin hjá Tvøroyrar kommunu hevur á fundi 27. apríl 2026 samtykt at áseta gjøld fyri bátar, sum liggja í kaihylinum á Tvøroyri.


(Mynd: tvk.fo)


Í løtuni hevur ikki verið ásett nakað fast gjald fyri hesa nýtslu, og er nú avgerð tikn um, at innheinta eitt rímuligt og greitt tænastugjald. Málið hevur verið til viðgerðar í Vinnu- og havnanevndini, har ymisk tilmæli hava verið frammi.Vinnu- og havnanevndin samtykti 1. september 2025 at fara undir arbeiðið at gera eina serstaka reglugerð fyri økið, við atliti at avmarkaðari liggitíðina hjá bátum í kaihylinum og áseta eitt rímiligt dagsgjald. Á fundi 23. september 2025 vórðu ymisk tilmæli løgd fram fyri vinnu- og havnanevndina, herundir uppskot um fast dagsgjald alt árið og íverkseta eina skipan, ið tók hædd fyri árstíðarbroytingum.


Við støði í hesum hevur Fíggjarnevndin á fundi 27. apríl 2026 samtykt at áseta eina árstíðarbýtta gjaldsskipan fyri bátapláss í Kaihylinum á Tvøroyri.

Gjaldið verður ásett soleiðis av Fggjarnevndini:

  • Summarhálvuna, 1. mai til 31. august: kr. 150,- pr. dag

  • Vetrahálvuna, 1. september til 30. apríl: kr. 50,- pr. dag


Tænastugjøldini koma í gildið 1. mai 2026.

Endamálið við broytingini er at fáa eina greiða og rímiliga skipan fyri nýtslu av bátaplássunum í kaihylinum, samstundis sum hædd verður tikin fyri, at eftirspurningur og nýtsla er ymisk gjøgnum árið.

Tvøroyrar Havn





Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv


Logo
Logo
Logo


Kelda: Tvøroyrar kommuna - Tvøroyrar Havn

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

Comments


  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page