top of page
Post: Blog2 Post
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png

TÍÐINDI | Baltimore leggur sak móti eigara og leiðslu

Tað er í samband við tá ið farmaskipið Dali rendi á og oyðilegði brúnna í Baltimore, har 6 fólk lótu lív.


Russian oil tanker sibiria

(Mynd BBC)


Baltimore hevur saksøkt reiðaríið og stjóran á farmaskipinum Dali, í samband við keðiligu hendingina tann 26. mars í ár. Skipið silgdi á og legði í oyði Francis Scott Key Bridge, har 6 fólk lótu lív.


Eigarin, Grace Ocean Private Limited, sum hevur sítt høvuðssæti í Singapore, og stjórin, Synergy Marine Private Limited, hava longu søkt um at avmarka sína ábyrgd.


Býurin ynskir eitt nevningarting í samband við rættarsakina, til tess at tey ákærdu blíva hildin til fulla ábyrgd fyri skaðarnar.


Baltimore vil verða við at manningin var ikki skikkað til at føra skipið og at Dali var " "eyðsýnliga ósjóført" (clearly unseaworthy). Eisini vil Baltimore verða við fleiri tekin vóru, at trygdin umborð als ikki var nøktandi áðrenn fráferðina.


 

Trýst á knøttin og melda teg til okkara tíðindabræv



Logo
Logo
Logo
Instagram logo


Kelda: bbc

Fylg Facebook #'s:

Fylg LinkedIn #'s:

0 comments

  LES GREIN

BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px).png
BFI Lýsing - Storm lítil (470 x 140 px) (1).png
bottom of page